Eitt stórt framstig fyri fólk við krabbameini

- Eg skilji væl at kvinnur við bróstkrabba, stúra, men í næsta mánað hendir eitt stórt framstig, sigur stjórin á Landssjúkrahúsinum

- Hetta var ikki nóg gott og tað skulu vit gera betri.

Tað sigur Johnny í Grótinum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

 

Fyrr í dag skrivaðu vit her á www.in.fo um at kvinnur, sum skuldu til kanningar fyri bróstkrabba, høvdu fingið boð frá Landssjúkrahúsinum um, at kanningin varð avlýst, tí ongin lækni er, og at tær verða kallaðar til kanningar seinni.

 

Men meiri fingu tær ikki at vita og tað hevur loypt hvøkk á kvinnur, sum skuldu til kanningar.  Ein teirra heldur, at hetta er langt úti og ein teirra samanber tað við harðskap, uttan at brúka nevarnar.

 

 

Les eisini: Hetta er harðskapur - uttan at brúka nevarnar

 

 

Johnny í Grótinum harmast um, at kunningin hevur verið so vánalig, og hann er samdur í, at hetta er ikki nóg gott.

 

- Talan er um álvarsliga sjúku og sjálvandi skuldu tær havt fingið eina frágreiðing, sigur hann.

 

Hetta er eitt mál, tey fara at taka upp innanhýsis fyri at tryggja, at kunningin verður betri í slíkum førum.

 

Men Johnny í Grótinum sigur, at í næsta mánað hendur eitt stórt framstig á økinum.

 

Fyrr í summar gjørdi Landssjúkrahúsið avtalu við Ríkissjúkrahúsið um krabbameinsviðgerð og tann avtalan fer at virka í næsta mánað. Tað merkir, at hvørja viku kemur ein serlækni í krabbasjúkum til Føroya at arbeiða í tveir dagar. Tann fyrsti kemur mitt í oktober, so frá tá, verður ein serlækni í krabbasjúkum til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum í tveir dagar um vikuna.

 

- Ein tann fyrsta uppgávan hjá honum verður at fáa bíðilistan av teimum kvinnum, sum bíða eftir kanning fyri bróstkrabba, burtur, sigur Johnny í Grótinum.