Eitt stort framstig

Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, er fegin um stigið, sum Føroya Tele hevur tikið í samband við barnaansing

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Føroya Tele í løtuni arbeiðir við ætlanum um at seta á stovn egna barnaansing.

Okkum eydnaðist tá ikki at fáa fatur á umboåum fyri býráðið, men sum skiltist á telestjóranum, Andras Róin, so hevði býráðið verið sera positivt mótvegis ætlanini.


Fegnast

Í gjár hittu vit so Leiv Hansen, borgarstjóra, á máli, og einki er at ivast í, at hann er fegin um ætlanina hjá Føroya Tele:

- Hetta er júst ein av teimum lutum, sum nýggja barnagarðslógin leggur upp til, og einki er at ivast í, at vit eru fegnir um, at vinnulívið á hendan hátt eisini er við til loysa trupulleikan við barnaansing.

Í fjør vóru vit komin heilt langt við samráðingum við ein bólk av virkjum, sum høvdu tikið seg saman, men ætlaninar vóru tá kortini av ongum.


Vinnan verður tó á ongan hátt einsamøll um at loysa trupulleikan, tí býráðsformaðurin sigur, at kommunalu myndugleikarnir so avgjørt eru sinnaðir at hjálpa til í hesum sambandi.

Enn er tó ikki avgjørt, hvussu fíggjarliga byrðan skal býtast í hesum sambandi, men væntandi verður hetta avgjørt innan alt ov langa tíð. Komandi týsdag verður fundur i sosialu nevnd, og har er júst hetta mál ein partur av skránni.

Leivur Hansen sigur, at enn er einki avgjørt í so máta, men hann vísur samstundis eisini á, at í Danmark hevur skipanin vanliga verið tann, at virkini sjálv útvega høli, meðan raksturin so verður goldin av kommmununi, foreldrum og virkjunum í felag. T.v.s eina líknandi skipan, sum hevur verið galdandi higaril millum land, kommunu og foreldur.

Borgarstjórin heldur, at tað er av alstórum týdningi, at ein rættvísur býtislykil verður funnin beinanvegin, tí einki er at ivast i, at hetta mál kemur at skapa karmarnar, sum virkast skal innanfyri komandi tíðina.

- Treytirnar, sum verða galdandi fyri eitt møguligt samstarv við Føroya Tele, koma uttan iva at verða galdandi, um onnur virki í framtíðini taka somu avgerð, og tí er tað av alstórum týdningi, at ein skilagóður býtislykil verður funnin alt fyri eitt.


Stórur íløgutørvur

Ein av størstu forðingunum, fyri at býráðið ikki einsamalt megnar at loysa trupulleikan við barnaansing, er stóri íløgutørvurin, sum er knýttur at hesum.

Leivur Hansen vísur á, at ein barnagarður kostar einar 6 til 7 milliónir at byggja, og at hetta sjálvandi er ein stórur biti, nú kommunurnar hava fingið ein íløgukarm at virka innanfyri.

- Íløgukarmurin hjá Tórshavnar Kommunu er góðar 60 mió.kr., og av hesum fer Tórshavnar Havn avstað við einari helvt í ár, sigur Leivur Hansen. ? Havnin fer tó ikki framhaldandi at taka ein somikið stóran bita av køkuni, men vit hava í løtuni íløguynskir á borðinum fyri hundraðtals milliónir. Alt hetta setir sjálvandi eina avmarking fyri, hvussu skjótt vit einsamøll kunnu loysa trupulleikan við barnaansing, og tí eru vit sera fegin um stigið, sum Føroya Tele nú hevur tikið, sigur Leivur Hansen at enda.acute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.

-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.

Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.

Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.

-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?

-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.

Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.