Eitt stig víðari á miðlaleið

Fyri 17 árum síðani var Sosialurin fyrsta, føroyska blaðið á internetinum. Síðstu 13 árini hevur Miðlahúsið verið veitari av redaktionella tilfarinum á Portalinum. Tí taka vit okkum, í allari eyðmýkt, okkara part av heiðurinum fyri, at Portalurin er meira enn fimm milliónir verdur ídag.

Leygardagurin er ein serligur dagur í søguni hjá okkum í Miðlahúsinum. Tá taka vit stigið fult út og flyta okkum frá at vera veitari av tíðindum til at standa fyri okkara egna portali, sum kemur at eita In.fo.

Miðlalandslagið broytist alla tíðina, og somuleiðis økjast krøvini um at fáa tíðindi so skjótt sum tilber – helst alla tíðina. Úti í heimi flytir prentaða blaðið seg alsamt meira yvir á internetið. Tað er ein avbjóðing fyri miðlarnar, tí lesarar eru vanir við, at á internetinum eru tíðindi ókeypis.

Miðlahúsið roynir støðugt at broyta og laga seg til framtíðar avbjóðingar. Málið er framhaldandi at vera fremsti tíðindamiðil hjá føroyingum. Vit vilja varðveita okkara rótfesti í prentaða blaðnum, samstundis sum vit vilja vera fremst á internetinum. Tað krevur royndir, styrki og nærlagni.

Tí hava vit síðstu mongu árini lagað okkara arbeiðsgongdir eftir broyttu fortreytunum. Og tí eru vit til reiðar til øktu kappingina í miðlaheiminum. Okkara nýggi portalur verður staðið, har føroyingar fáa nýggjastu tíðindini og feskasta ítróttin – bæði í teksti, myndum og ljóði.

In.fo letur upp sama dag sum Oyggjaleikirnir á Bermuda verða settir. Tað er eingin tilvild, tí Miðlahúsið hevur raðfest Oyggjaleikirnar. Vit ætla okkum at fylgja neyvt við, hvussu okkara ítróttarfólk standa seg í kappingum við hini oyggjasamfeløgini. Tað nýggjasta av Bermuda verður tí altíð at finna á In.fo.

Fyri okkum í Miðlahúsinum er leygardagurin ein varði á vegnum. Sosialurin, Rás2 og Vikublaðið eru grundarlagið undir okkara verandi virksemið. Við In.fo fáa vit eitt bein aftur at at standa á, og enn eitt tilboð til føroyingar. Gerið so væl!