Eitt stig til TB

Tað eydnaðist TB at vinna eitt stig í Runavík í dag. Úrslitið varð 1-1, og harvið hevur TB vunnið fyrsta stigið í fýra umførum.

Johan Eyvind R. Mouritsen legði TB framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið hann varð leysur í høgru.

Tríggjar minuttir fyri steðgin javnaði NSÍ. Miðvallarin Jann Martin Mortensen varð feldur í brotsteiginum, og Dánial Hansen umsetti trygt úr ellivu metrum.

Tað leikaði javnt á alla tíðina, og tað vóru møguleikar báðar vegir, men hvørgum partinum eydnaðist at skjóta mál í 2. hálvleiki.