Fótbóltur
Hóast hann hevði verið burturstaddur í meiri enn eina viku í sambandi við landsdystirnar ímóti Italia og Skotlandi, so var Símun Samuelsen ímillum teir fyrstu ellivu, tá ið Keflavík í gjár spældi landskappingardyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.
Mótstøðuliðið var sigursvanda Valur. Í 1. hálvleiki gekk sum eftir ánni hjá Keflavík, sum legði seg á odda eftir fimm minuttir og í 31. minutti økti til 2-0. Eftir ein lítlan tíma minkaðu teir um munin, og tveir minuttir fyri leiklok javnaðu teir til 2-0. Víkingur og Breiðablik spældu hóskvøldið 1-1. Hinir dystirnir í 5. umfari eru á skránni í kvøld.
Valur hevur 9 stig og Keflavík hevur 8 stig eftir fimm umfør. Fleirfaldu meistararnir í FH eru oddalið við tólv stigum fyri fýra dystir. Valur og Keflavík eru undan úrslitunum í kvøld á øðrum og triðja plássi.