Tað endaði málleyst, tá ið steypavinnararnir í EB/Streymi í kvøld vitjaðu við Løkin í Runavík, har toppliðið og FM favorittarnir í NSÍ vóru vertir.
Í løtum var talan um væl spælda og intensiva toppuppgerð.
Hóast málmøguleikar so eydnaðist tað hvørgum liðnum at fáa mál.
Dómarin, Petur Reinert, hevði seks ferðir ostaflísina á lofti - tríggjar ferðir til NSÍ og tríggjar ferðir til EB/Streym.
Arnbjørn T. Hansen hjá EB/Streymi var ikki millum teir fyrstu ellivu. Málrevurin varð settur á vøllin, tá ið tað restaðu ellivu minuttir, men tað eydnaðist hvørki honum ella nøkrum øðrum at skjóta mál.
NSÍ-EB/Streymur 0-0
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Jann Martin Mortensen (Erland B. Danielsen, 61.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni (Debes Danielsen, 84.) - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen (Bogi Løkin, 28.)
Gult kort: Jann Martin Mortensen, Bogi Løkin, Jens Joensen
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel (Arnar Dam, 90.), Alex dos Santos - Gudmund Nielsen, Pauli G. Hansen (Kristoffur Jakobsen, 79.), Brian Olsen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Leif Niclasen (Arnbjørn T. Hansen, 79.)
Gult kort: Leif Niclasen, Sorin Anghel, Egil á Bø
------
Sunnudagin eru fýra dystir á skránni:
AB-ÍF
Víkingur-B71
HB-B68
FC Suðuroy-B36
Støðan
NSÍ 39
HB 31
EB/Streymur 30
ÍF 28
Víkingur 27
B36 24
B68 19
B71 16
AB 11
FC Suðuroy 11
NSÍ, EB/Streymur, ÍF og AB hava spælt 18 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.
-----
90 min.
0-0
Liðugt!
70 min.
0-0
60 min.
0-0
Framvegis sama laka gongdin, sum hevur verið eftir steðgin.
Erland B. Danielsen hevur loyst Jann Martin Mortensen hjá NSÍ av.
--------
55 min.
0-0
Tað hevur kenst eitt sindur dovisligt fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin.
---------
50 min.
0-0
Nú regnar orduliga!
-------
46. min.
0-0
Petur Reinert hevur bríkslað, og teir eru farnir undir 2. hálvleik. Ongar skiftingar hava verið í steðginum.
-------
45 min.
0-0
Hálvleikur!
Sorin Anghel hevur sæð gult fyri at fella Christian Høgna Jacobsen.
Spælið hevur verið samanhangandi og skilagott, og seinnapartin av hálvleikinum hevur EB/Streymur verið meiri ágangandi enn toppliðið hevur verið tað.
---------
40 min.
0-0
Christian Høgni Jacobsen hjá heimaliðnum verður væl ansaður, og hjá EB/Streymi eydnast tað ofta Gudmund Nielsen at bróta ígjøgnum í høgra borði.
Fyri lítlari løtu síðani endaði bólturin á NSÍ tvørtrænum eftir innlegg úr høgru, men enn hevur talan ikki verið um heilt upplagdar málmøguleikar. Tann besta fekk Leif Niclasen eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg, men EB/Streyma álopsspælarin sendi bóltin upp um málið.
Bogi Løkin hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Sorin Anghel.
-----
30 min.
0-0
Tað regnar, og lotið er frískari.
NSÍ hevur framt eina útskifting. Bogi Løkin hevur loyst Klæmint A. Olsen av.
Málmøguleikarnir hava verið sera fáir og eisini fáir.
----
15 min.
0-0
EB/Streymur hevur verið meiri nærgangandi seinastu løtuna. Santos hevur havt góða skotroynd, og í hinum endanum varð skot hjá Christian Høgna Jacobsen bjargað til horna av Rene Tórgarð.
----------
10 min.
0-0
Tað hevur gingið javnt á. Hornaspørk hava verið í báðum endum, uttan at spentar støður hava tikið seg upp.
NSÍ hevur havt bóltin meiri, men tað er minst líka stórur broddur í, tá ið EB/Streymur fer í mótálop.
-------
Fótbóltslíkindini eru góð við Løkin, har toppuppgerð er á skránni nú klokkan hálvgum sjey.
NSÍ-EB/Streymur kl. 18.30
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen
EB/Streymur: Rene Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Sorin Anghel, Alex dos Santos - Gudmund Nielsen, Pauli G. Hansen, Brian Olsen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Leif Niclasen