Eitt stig á muni áðrenn toppdyst

Fjórða umfar í liðkappingini í talvi varð telvað í vikuskiftinum. Vestmenningar øktu um leiðsluna við einum hálvum stigi og liggja nú eitt stig framman fyri fyrsta liðið hjá klaksvíkingum

Hóast skerdir, vunnu vestmenningar tryggan sigur

Sandavágur fekk vitjan av einum skerdum vestmannaliði. Carl E. N. Samuelsen, ið hevur fingið 2½ av 3 stigum, var staddur uttanlanda, og tí livdu klaksvíkingar í vónini um, at Sandavágur fór at taka nøkur stig frá vestmenningum.

Á fyrsta borði hjá Sandavági tók Olaf Berg móti John Rødgaard, ið áðrenn talvið hevði vunnið øll síni talv. John vísti ongantíð veikleikar, men telvaði eitt trygt talv og trýsti Olaf spakuliga av borðinum.

Aldursforsetin á unga Sandavágsliðinum, Torkil Nielsen, telvaði móti Martin Brekká. Talvið sá út til at menna seg til eitt álopstalv, men náddi ongantíð hæddina og vatnaði eitt sindur út móti endanum. Hóast endastøðan var sera ógreið, samdust teir um javnleik.

Rógvi E. Nielsen, sonur Torkil, lat ein riddara tíðliga í talvinum fyri tvær finnur móti Samsoni Højgaard. Afturfyri fekk Rógvi eitt sindur av álopi, men álopið helt ikki, sum talvið fráleið, og Samson fór avstað við øllum stiginum.

Seinasta talvið, ið var millum Jón Gregersen og Kára Durhuus, var javnt allatíðina og endaði eisini skjótt við javnleiki.

Hetta gav vestmenningum ein tryggan 3 – 1 sigur, og tarnaði eisini Sandavági nógv í oddastríðnum.


Sigur á Havnini ikki nøktandi

Fyrsta liðið hjá klaksvíkingum hevði havnarliðið á vitjan.

Martin Poulsen gjørdi ikki brúk av hvíta fyrimuninum móti Ólavi Simonsen, og talvið endaði skjótt við javnleiki.

Finnbjørn Vang legði hart út fyri klaksvíkingar á øðrum borði móti Herlufi Hansen. Tað sá eisini ógvuliga lovandi út hjá Finnbirni, men Herluf vardi seg væl og fekk avviklað støðuna til egnan fyrimun við peikandi bispum. Hetta vísti seg tó ikki at vera nóg mikið til meir enn ein javnleik.

Mest óvantaða úrslitið hetta vikuskiftið var helst talvið á triðja borði, har Rani Nolsøe møtti unglingaføroyameistaranum Margari Berg. Rani kom væl fra byrjan við svarta fólkinum, har hann lat tvær finnur fyri virkið spæl. Helst skuldi Rani fingið okkurt burtur úr góðu støðuni, men Margar fekk allatíðina hildið støðuna, og Rani mátti taka til takkar við javnleiki.

Stigtakarin hjá klaksvíkingum, Haldur Suni Johansen, bjóðaði áskoðarunum á Café við frúgvaoffri móti Hjalta T. Jógvanssyni. Eins og grót gron grøðist, var tað hjá Hjalta sum at fáa grótið omanyvir seg, og tí legði hann kong, eftir at Haldur fór avstað við einum riddara.

Ein sigur á 2½ hevur vanliga verið gott úrslit móti Havnini, men hesaferð var tað ikki nøktandi fyri klaksvíkingar.

Triðja dystin í 1. deild vann Klaksvík 2 trygt 3 – 1 á Vestmanna 2.



Toppdystur komandi vikuskifti

Seinasti dystur í fyrru helvt av føroysku landskappingini í talvi verður komandi vikuskifti, tá Klaksvík 1 møtir Vestmanna 1. Vestmanna 1 og Klaksvík 1 hava skilt seg frá hinum liðunum, og alt bendir á, at tað verða hesi liðini, ið koma at kappast um meistaraheitið.

Tað er næstan krav hjá klaksvíkingum at vinna dystin, tí ein sigur á 2½ - 1½ til klaksvíkingar fær teir ájavnt aftur við vestmenningar.

Vert er at nevna, at fyrsta liðið hjá Vestmanna ikki hevur tapt ein dyst í liðkapping í trý ár, so hetta kann tykjast ein sera møtumikil uppgáva hjá klaksvíkingum komandi vikuskifti.


Støðurnar í ymsu deildunum eftir 4. umfar eru:

1. deild Stig

Vestmanna 1 13

Klaksvík 1 12

Sandavágur 8½

Klaksvík 2 6

Havnin 5

Vestmanna 2 3½


2. deild

Havnin 3 10½

Toftir 9

Havnin 2 8

Klaksvík 3 8

Kollafjørður 7

Sandavágur 2 5½


3. deild A

Vestmanna 3 11½

Sandavágur 3 8

Skopun 7½

Klaksvík 4 5


3. deild B

Havnin 4 9½

Gøta 9

Rókur 8½

Vestmanna 4 5


Unglingar

Klaksvík 9½

Rókur 7½

Sandavágur 5

Vestmanna 5

Havnin 5