Eitt stig móti málinum

Oddagrein:

Løgtingið hevur endaliga avgreitt málið um depil í Marknagili til teir tríggjar stóru skúlarnar, Studentaskúlan, Handilsskúlan og Tekniska skúla.Við lógini verður heimilað landsstýrismanninum at byggja skúladepil í Tórshavn innan ásettan játtanarkarm á fíggjarlógini. Við lógini verður upprunalógin hjá undanfarnu samgongu sett úr gildi, og merkir hetta, at nýggja verkætlanin verður fíggjað beinleiðis yvir fíggjarlógina uttan lántøku. Hetta er í sjálvum sær áhugavert, tí hetta er enn ein staðfesting av, at tann beinharði, mestsum fundamentalistiski fíggjarpolitikkurin hjá fullveldissamgonguni aftur er komin í hásætið. Hinvegin er ikki lætt at finna grundir, ið tala í móti hesum fíggingarformi í eini støðu, har landskassin hevur ríkiligt av peningi, so tað er ivaleyst skilagott ikki at fíggja verkætlan við lántøku.

 

Tað er alkunnugt, at Tekniski Skúli og Føroya Studentaskúli og HF-skeið í mong ár hava havt fullkomuliga ótíðarhóskandi karmar. Handilskúlin hevur eisini plásstrot, og avgerðin um at byggja er tí eitt stórt stig móti málinum at skapa hóskandi karmar um hesar sera týdningarmiklu skúlar.

 

Sum kunnungt var deplin eitt stórt mál hjá undanfarnu samgongu, og alt bendir á, at ósemja hevur verið, tí depilsuppskotið hjá tí samgonguni fevndi ikki um Føroya Studentaskúla. Hetta var ein stórur veikleiki við verkætlanini, og tí er tað nú bert at fegnast um, at tað hevur eydnast hesari samgonguni at skapa semju um, at verkætlanin skal fevna um allar tríggjar skúlar. Hóast verkætlanin enn ikki tykist heilt liðug m. a. tí hølistørvurin enn ikki er lýstur út í æsur, so liggur fast, at byggjast skulu 17.000 fermetrar, og at verandi handilsskúli verður innlimaður í nýggju verkætlanina, um tørvur er á hesum.

 

Bygningurin skal verða liðugur í 2013, og er her talan um størstu skúlabygging nakrantíð. Nú eru so gongd komin á hetta mál, ið hevur spøkt síðan áttatiárini. Næsta takið er at nútímansgera og samskipa hesar tríggjar stovnar, sum skulu húsast í nýggju borgini í Marknagili. Næsta stigið snýr seg sostatt um tað, ið vanliga tykist hava minsta áhugan hjá føroyskum politikarum, nevniliga innihald og stovnsbygnaður. Frá undanmanni sínum hevur landsstýriskvinnan arvað eitt gott støði fyri hesum parti av verkætlanini. Undanfarna samgonga kunngjørdi eina ætlan um at samskipa alla miðnámsútbúgvin í Føroyum, og nú er lagamanni at seta fulla ferð á hesa tilgongd. Í hesi tilgongd eigur at verða leitað við ljós og lykt eftir øllum hugsandi rationaliseringsmøguleikum og møguleikum fyri heilt ella lutvísari samanlegging av útbúgvingum. Tað kann ikki vera skilagott og rationelt at hava fleiri miðnámsútbúgvingar enn grannalond í einum so lítlum landi sum okkara. Her mugu vera stórir møguleikar fyri eini skilabetri og ódýrari skipan.