Eitt stig móti betri búskapi!

Oddagrein

Fyritreytin fyri einum góðum føroyskum búskapi er eitt høgt útflutningsvirði, og fyritreytin fyri einum góðum útflutningi eru m.a. góðar handilsavtalur og góður samhandil við onnur lond. Seinastu árini eru fleiri handilsavtalur gjørdar og herfyri skrivaðu Føroya Landsstýri og íslendska stjórnin undir eina rættiliga víttfevnandi handilsavtalu.

Avtalan við Ísland kann óivað fáa týdning fyri bú­skapirnar báðar, sum føroysk vinnulívsfólk hava sagt, og serliga nú fiskivinnurnar verða javntsettar. Men leingi hevur verið bíðað eftir eini aðrari avtalu, sum kann fáa upp aftur størri týdning fyri føroysk fiska- og útflutningsvirki  avtalan við ES. Ígjár var so kumuleringsavtalan, sum tey kalla hana, við ES endiliga undirskrivað í Brússell.

Kumuleringsavtalan merkir í stuttum, at nú kunnu føroysk vikri keypa fisk úr øðrum londum, virka hann her, og flyta hann út til ES-lond uttan at skula rinda ein serligan toll fyri útflutningsvøruna  tað sum vanliga verður kallað trið­alandstollur, við tað at vøran upprunaliga kom úr einum øðrum landi, einum triða landi.

Hetta er søga nú, tí nú verður tann innflutta rávøran, rá­fiskur, laksur ella kanska rækjur, at sammeta við føroyska upprunavøru, tá hon verður virkað her og flutt til okkurt ES-land. Soleiðis hevur ikki verið. Avmarkingar hava verið, og harafturat hevur verið neyðugt at gjalda ein ávísan toll, sum hevur verið til bága fyri føroyska útflutningin, tí vit hava ikki kappast á líka føti.

Nýggja avtalan kann fáa stóran týdning. Tað eru bæði politik­ar­ar og vinnulívsfólk samd um, hóast stjórin á Fiskavirking í loftmiðlunum kortini setti spurnartekin við, um tað í heila tikið ber til at fáa fisk úr t.d. Íslandi ella Noregi, har samband millum virki og skip er tætt, sambært tí sum sagt varð. Hinvegin skerst ikki burtur, at ofta hava føroysk virki ov lítið av fiski. Og ber til at útvega annan fisk, virka hann her, og útflyta hann sum føroysk fiskavøra, skuldi tað talt jaliga vegin.

Umframt at bíða eftir kumuleringsavtaluni bíða føroy­ing­ar eisini eftir eini aðrari avtalu, sum eisini kann fáa stóran týdn­ing fyri føroyska vinnu og føroyskan samhandil. Handilsavtalan við Russland hevur verið ávegis í fleiri ár, og einaferð var næstan greitt at skriva undir, men so hendi okkurt í viðurskiftunum Russland Danmarkar millum, sum kanska eisini fekk avleiðingar fyri at skriva undir avtaluna við Føroyar.

Hetta mál er farið aftur við borðinum og í vár ljóðaði, at í heyst skuldu setast ferð á at fáa hesa avtluna í gongd í russiska skriv­stovuveldinum, sum, eftir tí sum skilst, er undirmannað. Nú frættist so, at allar ávegis avtalur í Russlandi bíða eftir eini altjóða avtalu á tolløkinum. Summi hava lyndi at illneitast inn á føroysku umsitingina og landsstýrið, men tey kunnu neyvan trýsta ella gera lobbyarbeiði, tí vit hava við eitt av heimsins størstu byrokratium at gera og í tí ger eitt pipp út Føroyum neyvan tann stóra munin.

Tað er at vóna, at henda avtalan ikki bíðar alt ov leingi, tí neyðugt er at hækka føroyska útflutningsvirðið, um vit skulu økja inntøkur landsins fyri á tann hátt at byggja upp ein sjálvberandi føroyskan búskap!

Sosialurin