Eitt stig á leiðini

Álit millum partarnar tryggjar, at Føroyar og Danmark eru javnbjóðis partar, heldur Johan Dahl, sum metir

Týdningurin av tí sokallaða Fámjins-skjalinum verður dúgliga kannaður í hesum døgum. Bæði danska stjórnin og føroyska samgongan halda nógv um avtaluna, men andstøðan heldur púrt einki um avtaluna. À Tinghelluni hesaferð skrivar Bogi Eliasen, at Fámjinskjalið er einki slóðbrótandi í sjálvum sær, men hann metir, at tað eru nakrir møguleikar við undirskriftunum í Suðuroynni.
Eitt er, hvat serfrøðingur og andstøða halda. Eitt annað er, hvør týdningurin verður politiskt.
Í samgonguskjalinum stendur, at Føroyar skulu fáa størri á uttanríkispolitiskaøkinum.
Vit hava hitt Johan Dahl, formann í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, til eitt prát um, hvat undirskriftirnar í Fámjin fara at merkja fyri Føroyar.
Við í prosessini
Blðm:Henda avtala staðfestur, at Føroyar nú fáa innlit í altjóða politiska partin, t.e. atgongd til vitan um viðurskifti, sum viðvíkja Føroyum. Vit eru í 2005, er tað ikki alt ov seint, ella uppá tíðina? Og hvat skulu vit brúka innlitið til?
- Hendan avtalan staðfestir, at vit eru við í prosessini. Hendan sama prosessin hevur verið ógvuliga tung hjá undanfarnum samgongum, sigur Johan Dahl.
Hann metir avtaluna sum eina formellu avtalu, har nakrar ásetingar verða gjørdar, sum tað er upp til føroyingar sjálvar at gera sær dælt av.
- Hetta er eitt stig á leiðini, at fleiri avgerðir verða tiknar í Føroyum. Eg dugi ikki at siga, um hetta er ov seint. Tað kann mann altíð spyrja seg sjálvan. Men støðan er ikki tann sama í dag, sum hon hevur verið áður mill-um Føroyar og Danmark og á tí trygdarpolitiska økinum. Tað kalda kríggið er av, og harvið er ein rúgva av spenningum horvnir, og tí er lættari hjá Føroyum at vera við í prosessini, sigur Johan Dahl.
Serkønan ráðgeving
Avtalan stovnsetur at Norður-atlantisk sekretariat í danska Uttanríkismálaráðnum, og at ein serkønur í føroyskum viðurskiftum eisini skal setast í samráð við føroyskar myndugleikar. Avtalan leggur dent á, at Føroyar fáa innlit í uttanríkisviðurskifti og møguleika at gera vart við sína støðu, eisini at verða við í donsku sendinevnd-inum í altjóða samráðingum
Blðm: Hvat kann tað brúkast til, og hvør er munurin í mun til verandi støðu?
- Tað hevur stóran týdning, at vit hava eitt fólk, sum kann ráðgeva og kunna um Føroyar og føroysk viðurskifti. Eg dugi ikki at siga, at tað veðrur tann stóri munurin, men hetta er eitt tekin um vilja frá danskari síðu at samstarva, sigur Johan Dahl.
Eisini skal ein nevnd við føroyskum og donskum embætisfólkum hava regluligar fundir um felags viðurskifti. Hetta er ein leistur, sum verður útvíðkaður frá einari felagsnevnd, sum var sett á stovn í 1996.
Formaðurin í Uttanlandsnevndini vísir á, at vit við avtaluni eisini kunnu fáa føroyingar á fleiri ríkissins sendistovur kring um í heiminum.
- Tað eru nógv øki, har vit kunnu gera okkum galdandi úti í heimi, og tí kemur hetta væl við, sigur Johan Dahl.
Javnbjóðis partar
Væl kenda hugtakið javnbjóðis partar hevur enn einaferð sníkt seg fram í kjakið um viðurskift-ini millum Føroyar og Danmark. Per Stig Møller segði, at danir og føroyingar við avtaluni nú vóru javnbjóðis partar.
Blðm: Men hvat merkir so javnbjóðis partar í hesum sambandi? Og eru vit javnbjóðis, tá ríkið kemur fyrst?
- Vit eru partur av ríkinum og okkara mál eru tey føroysku í ríkinum. Tá tú tosar um javnbjóðis partar, so verður hugsað um partar, sum hava álit á hvønn annan og taka atlit til hvønn annan. Vit mugu hava álit á dønum - og teir álit á okkum, sigur Johan Dahl.
Blðm: Men stendur henda avtalan ikki í skugganum av kollsigldu uttanríkis politisku heimildunum, har Danmark royndi at trýsta Føroyar og Grønland saman?
- Nýggja støðan inniber, at danir skulu royna at fáa eina semju um mál, sum allir partar kunnu góðtaka. Vit fara ikki at góðtaka nakað, vit ikki eru nøgdir við, sigur Johan Dahl.
Ov lítið?
Undirskriftinarnar í Fámjin innibera, at Føroyar skulu fáa størri ávirkan og eisini verður lagt upp til atlimaskap í fleiri atljóða felagsskapum.
Blðm: Eru vit so har, sum minstasemjan er í føroyskum politikki um, hvussu langt vit skulu á sjálvstýrisleið, ella er hetta ov stutt? Er hetta fyrsta veruliga fetið burturfrá heimastýrisskipanini?
- Tað veldst um eyga, ið sær. Hetta er eitt stig á leiðini. Í 1998-2004 royndi mann eftir øllum og fekk einki. Hvat er betri tjúgu prosent av nøkrum ella hundrað prosent av ongum?, sigur Johan Dahl.
- Eg haldi ikki, at hetta er fyrsta fetið burtur frá heimastýrislógini. Vit eru partur av einari størri eind, og nú hava vit staðfest fleiri møguleikar og víðka okkara rásarúm, sigur Johan Dahl.