Tað var sum vera man ein sera fegin U21-landsliðvenjari, sum vit fingu orðið á eftir 1-1-javnleikin ímóti Danmark mikukvøldið.
U21-landsliðsvenjaraparið, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, vænta sær altíð nógv at sínum leikarum og einki undantak var heldur hesaferð.
– Vit fóru 100% eftir trimum stigum, sum vit altíð gera. Serliga á heimavølli. At vit so kunnu liva við og verða nøgdir við ein javnleik sum leikur fer, er so ein onnur sak. Vit spenna álopsbogan høgt við 3½ áleypara í byrjunaruppstillingini, royna at trýsta fyrsta korterið har vit koma til fleiri møguleikar, sigur Bill um taktikkin áðrenn Danmark ressaðist.
– Síðani seta danskararnir ferðina upp og vit renna aftaná til hálvleiks. Tað vil siga at teir koyra í superligatempo í 30 min, har vit nærum ikki eru við, og hetta gevur teimum eisini úrslit, sigur Bill um 1-0-málið hjá Danmark stutt undan hálvleiki.
Men hvat søgdu venjararnir so við leikarar sínar í hálvleik-
inum?
– í hálvleikinum tosa vit um at dekka fyri kantspælinum og flyta okkara vengur longri inn. Vit tosa um at vit mugu tora at spæla og flyta bóltin, tí tað er lættari enn at renna aftaná. Og at vit vita, at vit kunnu, sigur Bill.
– Og so eisini at vit skulu brúka meiri tíð til deyðbóltsstøðurnar, gera okkum betri ómak og ikki skunda okkum, leggur hann aftur at og heldur, at leikararnir lurtaðu væl eftir boðunum.
– Eg haldi sjálvur, at vit komu fram til fleiri vandamiklar støður og vit koma so inn aftur í dystin ordiliga seinastu 20 minuttirnir, har vit skora og enntá kundu havt vunnið dystin, sigur ein væl nøgdur Bill.
– Eitt stig kom als ikki óvart á, men hetta er eitt sera flott úrslit ímóti einum sera sterkum liði.
Árið er liðugt
Undankappingin hjá U21-landsliðnum er nú komin at enda, og endaði tað við, at teir endaðu á aftasta plássi við trimum stigum. Bill McLeod Jacobsen og hinir í leguni kunnu nú líta aftur á árið.
– Sum eg segði hin dagin, so vildu vit fegin havt nakrar venjingardystir áðrenn undankappingina, soleiðis at vit betur kundu havt fyrireikað okkum. Vit byrjaðu væl við javnleiki ímóti norðurúrum, har vit áttu at havt vunnið. Síðani taptu vit greitt ímóti teimum í Belfast, ímóti Serbia úti og ímóti Danmark úti. Men vit kundu gott havt fingið javnt móti Makedonia úti, har vit taptu 0-1. Síðani spæla vit javnt móti Makedonia heima, har vit kundu havt vunnið og eisini kundu vit havt fingið javnt móti Serbia heima, so vit spæla upp til hini liðini, men mangla ta síðsta. Í fjør summar vóru eisini fleiri profilar, sum ikki vóru í toppformi, og tað sæst, heldur Bill.
– Eitt nú brendu vit tvey brotsspørk og hava ikki tikið av opnum málmøguleikum. Tað noyðist tú at gera tá ið landsdystur er, sigur hann.
Hesa undankappingina fekk føroyska U21-landsliðið trý stig í mun til 11 stig seinastu undankapping. Høvuðsorsøkin er helst, at vit hesaferð spældu átta heldur enn 10 dystir og ímóti sterkaru liðum.
– Í seinastu kapping høvdu eitt lið í sama seedingslagi sum vit. Tað var Andorra og har áttu seks stig at verið heintað, hóast vit bert fungu tey fýra. Tað vil siga, at vit í síðstu kapping leiktu 10 dystir og nú átta tí bert fimm lið eru í bólkinum, vísir Bill á.
U21 er klekingarmaskina
Tað er ikki til at fara skeivur av, at nógvir á U21-landsliðnum koma at mynda A-landsliðið í framtíðini, og longu sum kappingarárið leið vóru tað fleiri, sum Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, tók av U21-landsliðnum og upp á besta landsliðið. Hetta er kanska ein missur hjá U21-landsliðnum í somu løtu, men hetta gevur profilunum møguleika at royna seg á hægsta landsliðsstøði og gevur samstundis pláss til aðrar leikarar at royna seg á U21-landsliðnum.
Tað er ein kensla ímillum føroyingar, at teir eru sera erpnir av U21-landsliði okkara sum ein góð klekingarmaskina, og Bill McLeod Jacobsen er tað eisini.
– Ja, heilt klárt. Ein kann nevna, at 12 av teimum 19, sum vóru í Íslandi nú við A-landsliðnum, hava eina fortíð á U21 og av teimum, sum leiktu við U21 mikukvøldið, hava tríggir verið við A-landsliðnum. Erling D. Jacobsen, Klæmint Andrasson Olsen og Viljormur Davidsen, vísir hann á.










