Eitt stig frá finaluni

Hoyvíkingar vunnu í Klaksvík, og skulu teir “bara” hava javnleik í seinasta heimadystinum móti StÍF

 

H71 hava framvegis kós móti FM-finaluni í manshondbólti. Hoyvíkingar vitjaðu í kvøld í Klaksvík, og har gjørdist talan um tryggan sigur til gestirnar, sum nú eru eitt stig framman fyri Kyndil. Samstundis er H71 eisini stinnari enn teir grønu í innanhýsis uppgerðunum, og tí er nóg mikið hjá H71, um teir “bara” spæla javnt, tá teir leygardagin taka ímóti StÍF.

 

Tveir aðrir dystir vórðu eisini spældir í bestu mansdeildini í kvøld. Á Skála vann Neistin móti StÍF, og í Kollafirði vann KÍF heldur óvæntað á grannunum úr VÍF, sum tó longu hava tryggjað sær oddasessin og harvið pláss í FM-finaluni.

 

StÍF-Neistin 27-30 (12-12)

Team Klaksvík-H71 20-32 (7-18)

KÍF-VÍF 24-20 (13-12)