Fótbóltur
Í mun til ársbyrjan er talan um eina afturgongd upp á fimm pláss. Tá vóru Føroyar nevnliga á 112. plássinum á listanum. Í mun til november er talan um eina afturgongd upp á eitt pláss.
Styrkislistin hjá FIFA verður uppgjørdur eina ferð um mánaðin, og eins og vanligt er Brasilia á odda, meðan Frakland er nr. 2.
Sterkasta norðanland er framvegis Noreg, sum er at finna á einum 14. plássi. Hetta er tó væl lakari enn fyri ári síðani, tá Noreg var á sjeynda plássinum. Heldur ikki hjá Danmark og Svøríki hevur árið hilnast serliga væl. Tey eru nú jøvn á 22. plássi, eftir at tey við ársbyrjan vóru ávíkavist nr. 11 og 16.
Niðanfyri verða sterkastu londini og norðanlondini listað í styrkisrøð, og í klombrum er viðmerkt, hvar liðini vóru at finna í november mánaði.
1 Brasilia (1)
2 Frakland (2)
3 Argentina (3)
4 Italia (5)
4 Kekkia (4)
6 Portugal (7)
7 Spania (6)
8 Holland (10)
9 Jugoslavia (9)
9 Paraguay (12)
14 Noreg (14)
22 Danmark (24)
22 Svøríki (22)
50 Ísland (49)
59 Finnland (55)
117 Føroyar (116)