Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag

Skráin til Vinnu­dag­in er nú klár. Vinnuhúsið boðar frá, at eitt sterkt vinnulív og eitt sterkt samfelag hanga saman

Á Vinnudegnum 2011 verða fyr­ilestrar­, sum á ymsan hátt við­gera og lýsa hetta evnið. Eisini verða Ársnins Virki og Árs­ins Átak kosin.
Vinnudagurin er há­tíð­ar­dag­ur­in hjá før­oysku vinn­uni, við á­hug­a­verd­um fyr­i­lestr­um og spenn­andi kjaki, har karm­ar­nir eru snot­i­liga Norð­ur­land­a­hú­s­ið. Á Vinnu­deg­num er høvi at fáa í­blást­ur til ger­and­is­dag­in, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kund­ar, veitarar og sam­starvs­fel­agar.
Fyrilestra­r­hald­ar­ar verða írski Dei­ric Mc­Cann, var­a­stjóri í Pro­fi­les Int­er­nat­i­on­al, norski­ Sigvald Rist, stjóri í Lo­fot­pro­dukt og før­oyska Ju­anna Schrøt­er Jo­en­sen, sum er Ph.D. í bú­skap­ar­frøði og starv­ast á Hand­els­hög­skol­an i Stockholm.
Í kjak­i­num verð­ur evn­ið eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag. Vit við­gera m.a., um vit skapa nóg nógvan vøkstur til at varð­veita nú­tím­ans før­o­yska sam­fel­ag­ið, og um vinn­an vinn­ur nóg mikið av peningi. Til at kjakast um hetta hava vit fing­ið Ingunn Eiriksdóttir, for­mann í Kappingarráðnum, Jo­hnny í Grótinum, und­ir­stjóra í BankNordik, og Tumm­as Justinussen, stjóra á Supp­ly Service.