SUMBA: Nú fáa sumbingar umsíðir sítt bygdarsavn. Í hesum sambandi verður stórt tiltak í bygdini um vikuskiftið, har varpað verður ljós á ríka mentanarlívið og mentanararvin í bygdini.
Tiltakið byrjar hósdagin Kristi Himmalsferðardag men tann stóri dagurin, tá Sunnbiar Sóknar Bygdasavn letur upp á fyrsta sinni, er settur til leygardagin 19. mai. Tá kemur millum annað mentamálaráðharrin Bjørn Kalsø at luttaka.
Fyrireikingarnevndin hevur fingið hús til vega, har savnið skal halda til.
Ein umfatandi skrá er gjørd til tað, ið er vorðið til sannar mentanardagar í Sumba, við bæði framsýningum, útferðum, fólkafundum, fyrilestrum, andaligum tiltøkum og øðrum bæði fyri ung og eldri.
Sumbiar kommuna hevur haraftrat fríðkað og gjørt eitt øki klárt við fótbóltsvøllin til kamping. So her er lagt upp til rimmar mentanardagar í sunnastu bygd okkara.
Bygdarstevnan byrjar við serstakari gudstænastu í Sumbiar kirkju Kristi Himmalsferðardagur. Sóknarpresturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech prædikar, og fer at prædika um keltiskt árin á kristnitrúgv okkara. Við hesa gudstænastuna luttekur eisini Sumbiarkórið.