Eitt stað har lesigleðin grør

Nú kanst tú sum lánari lesa og skriva stutt lánara­um­­mæli, tá ið tú brúkar nýggju og framkomnu leiti­skip­an­ina hjá Býar­bóka­savn­in­um í Havn. Skipanin tekur nevni­liga støði í lesi­van­um, við­mæl­um og met­ing­um, sum lán­ararnir sjálvir skriva.
Í sambandi við at Býar­bókasavnið hevur fingið nýggja heimasíðu, tekur bóka­savnið eisini nýggjastu tøkn­ina innan leiting í brúk. Við at skráseta teg sum VIP-lán­ara, fært tú atgongd til at skriva ummæli ella við­merk­ingar um bøkur, sum tú hevur lænt. Eisini kanst tú geva bók­unum stjørnur, um tú hevur hug.
– Við at taka brúkaran við upp á ráð á hendan hátt, fáa aðrir lánarar hjá Býar­bókasavninum íblástur frá hvørjum øðrum til at lesa bøk­­ur og læna annað út­láns­­­tilfar. Ella sagt við øðr­um orð­um: Í nýggju leiti­skip­­anini verða lánarin og lesi­gleðin sett í fremstu røð, sigur Arn­bjørn Ó. Dalsgarð, býar­bóka­vørður.
Harumframt kanst tú sum lánari hjá Býar­bóka­savn­inum sjálvandi fram­vegis bíleggja bøkur, endur­nýggja tíni lán og gera tín egna minnislista við bókar­titlum. Nýggja leiti­tøkn­in ger tað eisini einfalt og lætt at finna útlánstilfar um ávís evni ella eftir ávísar rit­høv­und­ar – ella okkurt, sum lík­ist tí, tær vanliga dám­ar best.
Býarbókasavnið sam­starv­­ar við fleiri bókasøvn í Danmark og í Grønlandi um nýggju leitiskipanina. Hetta merkir, at tú sum lán­ari á einum av hesum bóka­søvnunum kanst lesa við­mæli frá lánarum á hinum bóka­søvnunum í hesum lond­um.
Nýggja heimasíðan og leiti­skipanin hjá Býar­bóka­savn­inum er eisini lagað til teir lánarar, sum ikki eru so stinnir í føroyskum. All­­ar týðandi funkur á heima­­síðuni eru á bæði før­­oysk­um, donskum og ensk­­um. Og minnist tú ikki, hvussu ein bókartittul, eitt rit­høv­unda­navn ella eitt evnisorð skal stavast, fært tú hjálp frá einum yvirliti við leitiorðum, sum kemur fram, tá ið tú hev­ur skrivað nakrar fáar stavir í leititeigin.
– Samanumtikið hevur Býarbókasavnið í Havn fing­ið eina meira tíðarhósk­andi og samvirkna heima­síðu og leitiskipan. Ella sagt við øðrum orðum: Eitt nútímans virtuelt bóka­menta­ligt møti­stað fyri allar borgarar í Tórshavnar komm­unu – og onnur við, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður.
Heimasíðuna hjá Býar­bókasavninum finnur tú enn sum áður á www.bbs.fo