- Tað er eitt stórt trýst á HB alla tíðina. Tað er trýst, at vit mugu avrika stórt. Tað er stórt trýst á spælararnar hjá HB. Og tað er eisini stórt trýst á venjararnar, og tað er stórt trýst á nevndina í HB um at fáa góð úrslit. Orðini eigur Finnbogi Arge, formaður í HB.
HB hevur steðgað samstarvi við Jan Dam, sum hevur verið høvuðsvenjari í ár, og nú ætlar felagið at fáa eitt stórt venjaranavn at taka sær av effoliði felagsins. Finnbogi Arge, formaður í HB vildi tó ikki vátta, at talan er um roynda, 66 ára gamla, danska venjaran, Ova Christensen, sum fyri stuttum vandi føroyingaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Vendsyssel FF.
Finnbogi Arge greiðir frá, at HB framyvir fer at hava eina effodeildarnevnd, sum fer at taka sær av besta liðnum burturav. Henda nevndin fer at útvega stuðlar, og fer at hava sáttmálar við spælarar undir hond.
Í samrøðuni Árna Gregersen hevði við Finnboga Arge var eisini nomið við mongu venjaraskiftini hjá HB í hesari ølduni, og hvørt tað er rætt at siga ein venjara upp áðrenn kappingarárið er lokið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Árna Gregersen gjørdi við Finnboga Arge í tíðindasendingina hjá Rás2.










