Menn og kvinnur hava gjøgnum tíðirnar við sínum brøgdum lyft fólk og tjóðir upp. Men tað sum kanska fyri eftirtíðina hevur havt ein eins stóran týdning, sum sjálv brøgdini er, at tær stóru hetjurnar hava verið til reiðar at luta sínar stóru upplivingar við onnur. Hetta verið seg í bókahøpi – endurminningar – í blaðhøpi, útvarpshøpi ella í sjónvarpshøpi. Landsmenn og kvinnur hjá teimum, sum brøgdini hava framt, hava soleiðis kunnað lagt sær stórhendingarnar í geyma fyri eftirtíðina, og hava eisini havt møguleikan at sóla sær í teimum.
Hugsi tykkum um nýsælendski fjallaklintrarin, Edmund Hillary ikki vildi fortelja nýsælendska fólkinum, um alt tað stríðið hann og Sherpa Tensing høvdu í 1953, tá teir sum teir fyrstu mennirnir í søguni vunnu upp á ovastu rók á heimsins størsta fjalli, Mountain Everest? Og ímyndi tykkum, at Roald Amundsen hevði klappað í, aftaná hann sum tann fyrsti maðurin rakk suðurpólinum í desember í 1911? Hvussu kundu norðmenn komandi ár hátíðarhildið 100 ára dagin fyri bragdinum, um ikki tey áttu frásagnirnar hjá Roald Amundsen í bókum og bløðum? Og hvat hevði tað ikki verið ein smeitur fyri amerikanska fólkið, um Charles Lindbergh ikki hevði fortalt um stríðið hann hevði í 1927, tá hann sum tann fyrsti nakrantíð fleyg eitt flogfar yvir um Atlantshavið? Høvdu føroyingar hildið vitjanina hjá Charles Lindbergh í 1933 verið spennandi og forkunnuga, um teir ikki høvdu hoyrt og lisið um frásagnirnar hjá Charles Lindbergh? Neyvan í sama mun?
Pál Joensen er rættiliga smæðin av lyndi, men hann stillar kortini altíð upp at greiða frá sínum upplivingum, tá hann vinnur føroysku tjóðini heiðursmerki í altjóða kappingum. Tí er tað ein stórur smeitur, tá høvuðspersónurin frá tí minniliga fótbóltssigrinum í Landskrona ikki unnir sínum landsmonnum og kvinnum nakrar minuttir, tá ein væl framleiddur sjónvarpsdokumentarur verður gjørdur um ta ítróttarligu stórhendingina, sum hendi fyri 20 árum síðani. Sami maður skeyt forrestin eisini fyrsta altjóða málið hjá Føroyum í dysti ímóti Kanada. Tá ein er ein risastór tjóðarhetja í einum størri perspektivi, so svíður tað hjá fólkinum, tá hesin velur at hava tagnarskyldu fyri lívstíð viðvíkjandi stóru upplivingum sínum á leikvøllum. Eitt so stórt bragd forpliktar!