Eitt stórt bonus

Ingi Højsted hevur fingið enn eitt kappingarár mest sum oyðilagt av skaðum. Seinastu mánaðirnar hevur hann tó spælt, og hann metir landsliðsúttøkuna sum eitt stórt herðaklapp

Fótbóltur

Jákup Mørk

jakup@sosialurin.fo

 

Kaunas, Litava: Seinasti maðurin, sum varð kallaður til seinasta landsliðshópin hjá Jógvan Martini Olsen var Ingi Højsted úr B36.

Ingi var ein av spælarunum, sum Jógvan Martin Olsen ætlaði í avgjørdan lyklaleiklut, tá hann tók við sum venjari, men alt fyri eitt fóru skaðar at arga. Í vár var Ingi tó aftur við í hópinum, sum tá fór til Íslands, men síðani hava skaðar aftur steðga unga B36’aranum, sum trý tey seinastu kappingarárini hevur verið skaddur heilt stóran part av tíðini.

Tí var tað eisini ein sera fegin Ingi Højsted, sum tók ímóti landsliðsboðunum sunnudagin.

- Eg hevði als ikki roknað við at verið aftur í hópinum í ár, so hetta taki eg sum eitt stórt bonus. Eg eri sum so ikki komin veruliga fyri meg enn, men seinastu dystirnar hevur gingið alsamt betur, og móti EB/Streymi seinast spældi eg allar 90 minuttirnar, sigur Ingi Højsted.

- Mítt mál hevur meira verið at koma veruliga fyri meg næsta ár, so hetta taki eg meira sum eitt stórt bonus.

Og væntar tú at koma á vøllin undir dystinum mikukvøldið.

- Tað veit eg ikki. Nú eri eg fyrst og fremst við sum gardering á miðvøllinum, so tað vænti eg ikki sum so. Men eg vóni sjálvandi at eg sleppi inn, og tað hevði í øllum førum verið ótrúliga stuttligt, sigur Ingi Højsted.