Nógv er broytt, síðani teir gomlu handfóru hvønn seyð fyri at meta um vektina.
Somuleiðis kemur neyvan fyri í dag, at seyður verður lagdur í haft, hvørki í skurði ella í royting.
Í dag gongur tað soleiðis fyri seg, at seyðurin verður vigaður á einari vekt livandi (myndin), síðani verður vekrarmerki knýtt um háls ella horn, áðrenn seyðurin verður koyrdur í krubbur.
Alt verður skrivað niður, og tá liðugt er at viga seyðin, verða allar vektir førdar inn í eina telduskipan, sum síðani býtir seyðin út á merkur og gyllin eftir vekt, gimbur- og veðurlomb fyri seg og ærnar fyri seg.
Síðani fær hvør eigari luta sín seyð, og tú fær eitt so javnt býti, sum ongantíð áður.
Saman við veruligu seyðahundunum, ið menn nú hava, er fjallgonga eitt spæl aftur ímóti tí, tað var fyrr.