Sveits-Føroyar 30-23 (16-11)
Føroyska liðið kom ongan tíð serliga nær sensatiónini í seinna hálvlieki av landsdystinum móti Sveits.
Fyrstu løtuna leyp Sveits avstað, og knappar 10 minuttir fyri leiklok stóð 28-17 á talvuni, og eitt veruligt sorl lá í luftini.
Seinastu løtuna betraðist tó aftur hjá føroyingum. Sveits skifti nógv út, og tóku sær kanska eisini av løttum, og við seks málum á rað fingu okkara menn pyntað nakað væl um úrslitið. Men tað stendur eftir, at talan verður um sera trupla uppgávu á útivølli longu komandi vikuskiftið.