Við Ljósá:Í smiðjuni hjá P/F Ragnari Poulsen við Ljósá hava teir lagt seg eftir at sandblása ymsar lutir úr metalli. Alt frá skipum til seymismaskinur. Og teir hava úr at gera.
Tað stendur eit skip í túninum við Ljósá um dagarnar. Fimtan tonsarin Skuraklettur úr Klaksvík er smíðaður úr stáli, og skal nú sandblásast og málast. Eisini skulu onkran plátur skiftast út rundan um stýrihúsið. Stýrihúsið er úr aluminium, og aluminium og stál semjast ikki altíð líka væl um samankomingarnar.
Jens Pauli Hammer, sum arbeiðir í smiðjuni, sigur, at teir hava ivaleyst at gera við sandblásing. Og har koma fólk við øllum møguligum lutum út metalli, sum tey vilja hava viðgjørd. Frá nýsmíðaðum skipsskrokkum til seymismakinur. So sigast kann, at arbeiðið er fjølbroytt, heldur hann.
Tað, sum teir gera í smiðjuni er í fyrsta lagi at sandblása. Síðan verður metalliserað. Tað vil siga, sigur Jens Pauli, at zink verður sprænt beinleiðis á metallið. At enda verður so málað.
Teir eru fýra mans til arbeiðis í smiðjuni í løtuni. Men tað er í minna lagi. Teir hava verið fimm, men ein er farin frá, tí hann skal í skúla.
Eitt stórarbeiði, teir hava havt nú í seinastuni, er at sandblása og mála fýra tvíkiljuskrokkar, sum Hydro Tech á Eiði hevur fingið smíðaðar í Letlandi. talan er um bátar til føroyska og skotska alivinnu. Nú eru teir tríggir um at vera lidnir, og tann fjórði verður tikin inn fyrsta dagin. Umframt stendur so Skuraklettur í túninum.
Jens Pauli Hammer sigur, at tað tekur vanliga eina góða viku at sandblása nýbygningarnar, meðan eitt gamalt skip tekur longri tíð. Har verður altíð okkurt, sum hjálpast skal uppá.e;ru sær ein bita burturav rivinum og ótu tað rátt.
Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt,
Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri.
Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama.
Men tað royndina máttu teir so gera sær uppá tann harða mátan.
Donald og Graham settu kósina heim aftur ímóti Skotlandi seinasta sunnudag, eitt stórt upplivilsi ríkar, hildu teir.