Í gjár løgdu 125 hval beinini á Sandi.
Tað var havrannsóknarskipið Magnus Heinason, sum fann grindina einar fimm fjórðingar úr Søltuvík. Skipið lá og tóvaði, og tí boðaðu teir bara frá grindini. Báturin Orion, sum er ein kanadiskur glastrevjabátur, fór at leita og fann grindina.
Jóhan F. Clementsen, grindaformaður, sigur, at tað gekk bæði skjótt og væl at reka grindina á Sand.
- Tað var viðrák, og onkuntíð hevði grindin eina ferð á sjey sjómíl. Eg haldi, at sjálvt drápið var fyrimyndarligt og vardi neyvan í meiri enn eitt korter. Grindin gjørdi landgongd í einum, og tí varð neyðugt at hála teir ytstu hvalirnar, ið líka sum skolaðu omanav aftur, upp á sandin. Væl av fólki var og tók ímóti, og eg haldi, at alt gekk so væl, sum tað kundi, sigur hann.
Góð grind
Jóhan F. Clementsen sigur, at miðalstøddin á hvalunum í grindini á Sandi var níggju skinn, og tað eru stórir hvalir.
- Her vóru eingir livandi grindahvølpar, og hetta var góð og feit grind, sum varð býtt í húsapartar kring um alla oynna – og bátspartar.
Grindaformaðurin sigur, at hvørt húsarhald í oynni fekk stívliga eitt skin í part.
- Fólk, sum í slíkum førum koma úr øðrum oyggjum, tekna seg og fáa soleiðis tað, sum svarar til ein húsapart, sigur Jóhan F. Clementsen.
Tað eru trý ár síðan, at grindir løgdu beinini í Húsavík og á Sandi – við umleið tveimum mánaðum ímillum hvørja grind.