Eitt skýli til fótbóltin

UEFA hevur sett krav fram um at øll lið í bestu deildunum skulu hava skýli til áskoðarar sínar. Hetta kravið ætla fuglfirðingar sær eisini at fylgja.

xFuglafjørður: Tey, ið hava verið til dystir í býnum, hava helst mangan ynskt sær eitt skýli, har tey kundu sett seg niður undir einum dysti.
Hesin møguleikin hevur ikki verið til staðar, og tí hava áskoðararnir higartil verið noyddir at staðið uppi framvið vøllinum teir 90 minuttirnar, ið dystirnir vara.
Men frá 1. januar 2007 er liðugt við tí: UEFA krevur nú nevniliga, at øll liðini í bestu deildunum skulu hava eitt skýli til áskoðarar, har í minsta lagi 300 fólk fáa sitið.
- Og hetta kravið ætla vit eisini at fremja her í býnum, sigur Signar á Brúnni, formaður í mentanarnevndini í Fuglfjarðar býráð.

Vøkur laðing
Vøllurin í Fuglafirði er eftir Signarsa meting ein sera vakur vøllur.
Fyri mongum árum síðani varð hann laðaður upp við gróti, og fyri tey, ið hava eyga fyri slíkum, man tað vera einki minni enn ein frægd at síggja hesa ótrúliga vøkru laðingina á ymsum støðum kring vøllin.
- Hetta arbeiðið er so væl úr hondum greitt, at her er einki sjunkað øll hesi árini, sigur hann.
Nú skal so enn eitt stig takast í at útbyggja vøllin, og er ætlanin at hetta kravda skýlið skal setast upp við laðaða bakkan í ovaru síðu.
Tekniska umsitingin í býráðnum er longu farin undir at fyrireika hetta málið. Og fyri tey hevur tað størsta týdning, at hesin vakurt laðaði bakkin ikki verður oyðilagdur av hesi orsøk.
Arbeiðið skal haraftrat leggjast soleiðis til rættis, at fólk sum standa fram við vegnum í erva, eisini kunnu síggja leikararnar á vøllinum.
- Vit miða so eftir at gera arbeiðið liðugt næsta ár, og at peningurin tí verður játtaður til hetta á fíggjarlógini fyri 2006, sigur Signar á Brúnni.
So er bert eftir at vóna, at 1. deildarliðið hjá ÍF framhaldandi verður við í bestu mansdeildini í fótbólti.