Eitt sjálvmál í slowmotion

- At dekonstruera seg sjálvan

Regin Eikhólm skrivar eitt svar til mín um greinar um Erasmus Montanus, ið nærum kundi líkst einum veruligum bókmentakjaki, men til endans enda vit aftur í føroyska kjakflórinum, har eg skal svínast til (sum eg eri vanur við). Sjónarmiðið hjá Eikhólm, var sum so, at eg ikki havi skilt ella virði dualitetin í figurinum Erasmusi, at hesin bæði hevur rætt og í støðum tekur feil. Hetta kom fram, tí eg setti meg at rokna hvat Erasmus Montanus hevur verið brúktur til í føroyskum kjaki, ella meiri hvussu hann hevur verið (mis)brúktur. Í hesi leitan kom eg fram á eitt stað, har Eikhólm samanber varaløgmann við hendan Erasmus, sum so ómetaliga nógv onnur. Hetta er ikki tað minsta originalt og er gjørt tíggju túsund ferðir fyrr. Har eg so seinni í frøðligum greinum í Sosialinum vísti á, at hesin Montanus er ein kompleksur persónur, ið tí mest av øllum altíð hevur verið misskiltur og misbrúktur, av einari svartari og hvítari hugsan. Hetta tikist Eikhólm at vilja góðtaka nú, og vísir seg nú (gjøgnum nærum alla greinina) sum ein gløggur lesari av sjónlekinum Erasmus Montanus, men til endans dugir hann tó ikki at lesa og fasthalda hvat eg (og hann sjálvur) júst segði um Montanus, at hann umboðar bæði tað rætta og hevur síni hábrøgd, tí nú er tað eg sum havi eitt Montanus kompleks, t.v.s. at hann mótsigur síni egnu tulking og mínari, ið hann ikki vil skilja ella dugir at lesa, nú er Montanus ein slíkur, ið man bert kann hava eitt kompleks yvir at líkjast og her er hansara gamla tulking tí undir skinninum.

Vit taka hetta einaferð enn, tí hesin logikkur er so avanserður, at vit noyðast at lesa Eikhólm í slowmotion, sum við øllum sjálvmálum er stuttligt at síggja tey aftur og aftur. Tað løgna við svarinum hjá Eikhólm er sum so, at vit (fyrst) eru so rørandi samdir, nærum gjøgnum alt svarið, har hann so at enda hálar ikki eina hálva syllogismu úr hattinum sum Montanus, men hvat verri er ein fúlan ræstan føroyskan ad hominem (eftir manninum ikki bóltinum) slutning ella konklusión, tí nú er tað eg, ið havi eitt Erasmus Montanus kompleks. Hetta er veruligani logikkur og argumentatión á høgum støði, har allar hvítar kaninir gerast gráir fressar, um hesin maðurin annars tímir at sveiggja sín gandastav, tí nú fastheldur hann eina tulking av Montanusi, sum hvørki eg ella hann sjálvur standa inni fyri. Eg líði altso ikki undir mínari egnu tulking av Montanusi, ið Søren Kierkegaard, Henrik Stangerup og Georg Brandes eisini komu við, men undir henni hjá Eikhólm, sum han sigur seg ikki hava!! Hetta má vera tað sum Derrida kallar dekonstruktión, at man finnur fram til mótsetningar í einum argumenti, sum man so upploysir, fyri at stilla alt upp aftur har alt er vent á 180 stig á høvdið. Glaðar søgur eru í veruleikanum tristar og tristar eru innast inni glaðar. Eikhólm dokonstruerar tí sítt egna argument við ákæruni um eitt Montanuskompleks.

Eg tími ikki at (ill)gita, sum Eikhólm ger um meg, um hvat feilar hesum Eikhólm, ella at psykoanalysera hann fyri kompleks, paranoia ella ótta fyri býarbussum, tað er eins absurd sum tað hann ger við meg, t.v.s. stillar eina diagnosu um at eg havi eitt løgið kompleks, at eg líði undir hansara feiltulking av einum 200 ára gomlum sjónleiki eftir Holberg gamla. Fingu tit hatta við?

Tað er enn langt frá at dekonstruera seg sjálvan til veruliga rekonstruktión, realismu og perspektiv. Tað er torført at liva við komplementariteti, sum tað eisini var hjá Bohr og Einstein. Hvørjaferð teir møttust ella skrivaðu saman vísti Bohr á, hvat næmingurin Heisenberg hevði lært hann, at partiklar í einum atomi vera ávirkaðir av hvussu tú roynir at mála teir. Tað er tí ógjørligt fyri Eikhólm, fyrst at vera Bohr eina løtu og so Einstein til endans og kanska Bohr restina av tíðini.

Eg dámi annars væl nógv at tí Eikhólm hevur skriva og havi ikki klipt heilt fáar greinar út eftir hann, serligani um mál, ið mangan umboða fleiri góð sjónarmið enn føroyskir málfrøðingar, teir slóknaðu vitar, annars hava tvætla um í eini 80 ár.