Frits Johannesen
Roykur, luktur og angi hava altíð ávirkað okkum bæði í skaldskapi, í átrúna og í dagligari tilveru. Vit syngja í sanginum: Land mítt har grasið í líðum grør.... og roykur upp yvir tekju fer. Klókir menn hava sagt um roykin, at ikki ber til at gera eina støddfrøðisliga loysn ? ein frymil, sum tulkar royk, ið fer upp frá t. d. ein góðvegursdag. Hjá Hans Andriasi er roykurin vorðin ein skaldamynd, eitt bygdalag, har torvroykurin vesar so heimliga úr skorsteinum. Hesa mynd ynda vit, og okkum dámar væl at fara aftur til ta tíðina, tá ið torvið neistaði í komfýrum og á eldstøðum. Roykurin fer allar vegir, tí er kanska ógjørligt at ímynda sær, at roykur kann latast í eitt støddfrøðisligt skap.
Roykur kann eisini merkja luktur. Í sanginum hjá Chr. Matras: Nú ferðast fólk fyri nesini stendur skrivað í øðrum ørindi: Ymiskur er tann húsroykur, ið hongur uppi við fólk. Ikki er so langt frá monnum, at hetta er kanska galdandi enn tann dag í dag. Simon Spies segði einaferð, - Kvinder skal lugte af sig selv, so óivað hava Chr. Matras og Simon Spies verið samdir. Onkuntíð verður sagt, at hvørt mansbarn hevur sín likamsroyk. Henda royk ? lukt, royna vit at doyva við alskins luktilsi, og tá ið tú ert t.d. í brúdleypi, kennist hesin angi standa í næsarnar. Tað rýkur av ymiskari parfumu, hóast títt egna hold hevur hevur sín lukt, sum dampar og setir seg í klæðini, men sum vit royna at køva, doyva av heimskendum "kamfuranga". Nei, eg gevi Simon Spies rætt, at kvinder skal lugte af sig selv.
Í bíbilskari merking er menniskjalívið líkna saman við roykin, sum er til sjóndar eina skamma stund. Hesa myndatalu skilja øll fólk. Hyggja vit upp í loft, síggja vit hvussu skýggini hátta sær, hvussu skýbøklanir fara um tindarnar, hvussu skúlvurin hongur niður yvir fjallatopparnar, myrkur og hóttandi, men næstu løtu kann alt hvørva sum døgg fyri sól. Sagt verður um mjørkan, at hann er ikki árligur fyrr enn á Mariumessu á várið (25. mars). Tað er eitt sindur ódámligt við mjørka á hávetri, men tað kemur meira enn so fyri, ofta upp undir kulda. Einki er so frískligt sum um summarið, tá ið hann hevur ligið við mjørka í fleiri dagar og knappliga lættir í við brennandi sól. Skaddan fer so líðandi um fjallagreinir, dettur um skørð og eið og hvørvur sum eitt mannalív, ella tá ið stormur er, og tað rýkur um hamrar og gjáir - himmal og hav stendur í einum, men so tá ið veðrið blíðkar aftur, og hesin vatnroykur hevur lagt seg, er hann farin sum eitt mannalív undir heilt. Ja, ja, myndirnar eru nógvar.
Guði líkaði betur tað, sum Ábal offraði enn tað, sum Káin offraði, tí síggjast ofta myndir, ið eru málaðar av brennioffur brøðranna, at roykurin frá offur Káins fara fram eftir jørðini, meðan roykurin frá offur Ábals stíga beint upp í loft. Í roykinum er kanska eisini "Káin-syndromið". Hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni? Tey gomlu plagdu at taka til á donskum, tá ið ikki væl gekst í hond: Hvor skal jeg fly fra dit åsyn (ansigt)? Í roykinum er kanska eisini rødd Ábals, sum er í blóðinum. - Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróðir tíns rópar til mín frá jørðini! Her er blóð og roykur í einum. Hugsi um templini, har dýr vórðu offrað. Mong kenna hvussu heskið rotið blóð kann vera, men so høvdu jødarnir í templunum roykilsi, sum jú angaði væl, at køva rotroykin við, og í heidningatíðini skuldi roykurin blíðka gudarnar. Í kirkjunum í dag er roykurin symbol upp á reinskan.
Vit kenna esini orðini: her er roykur og eingin grind. Hetta verður sagt, tá ið nógv hóvasták er av ongum, men sjálvan roykin kenna vit frá glaðingarstøðunum í Føroyum. Í Fuglafirði var einki glaðingarstað. Hetta skrivar Robert Joensen um í bók síni, Glaðingarstøð í Føroyum. Tá ið glaðað varð, vórðu jú grindaboð borin frá bygd til bygd. Har, sum einki glaðingarstað var, fóru grindaboðarar av stað við grindaboðunum. Ì Fuglafirði, sigur Robert, at eystangrindirnar vórðu boðaðar við grindaboðara úr Leirvík, sunnangrindir úr Gøtu og norðangrindir úr Oyndarfirði ella av Hellunum. Gøtumenn og leirvíkingar komu inn á Árnanes (niðanvert Kambsdal) at rópa grindaboð, og oyndfirðingar ella hellumen komu oman á Rossarygg ( niðan fyri Skarðið) at rópa. Somuleiðis høvdu fuglfirðingar skyldu at boða hinum frá grind. Skuldu leirvíkingar fáa grindaboðini, rópti grindaboðari, tá ið hann kom á Leirvíksboðan, og gøtumenn hoyrdu grindaboðini, tá ið komið varð á Leitið, sum er um hálvan Gøtudalin. Grindaboðari, ið fór um Skarðið, rópti, tá ið hann var komin á Klivuna og á Rættarhamar. Hetta er beint oman fyr Hellurnar. Lættari hevur tað verið í teimum bygdunum, har glaðingarstøð vóru. Í Oyndarfirði og Gøtu vóru eingi glaðingarstøð, men í Leirvík og somuleiðis í Elduvík. Elduvík var eisini stað Heimi á bø, har messuboð vórðu glaðað til Funnings, tá prestur kom sunnaneftir; fyri at funningsmenn kundu fáa stundir til at bera messuboð til Gjáar. Vit kundu lagt longri út á vatnið í hesi gongd um roykin, men lat hetta liggja.
Einki er sum ein nývaskað gomul føroysk kirkja, ið er vaskað við grønsápu. Tá ið tú ert setstur í einari slíkari kirkju, stendur roykurin í næsarnar av reinum anga úr sápu og viði. Ikki nýtist okkum roykilsi í so máta, tá lukturin av hesum fjalum fær okkum at kenna okkum væl til sálar og likams. Tankarnir leita uppeftir og ikki fram eftir jørðini. Eingin ivi um tað.
Tá ið angin av kókaðum kleynum og reyttkáli fer um gólvið, setir seg í klæðini, hárið, holdið og gardinur, eru jólini komin at gørðunum. Hetta er eitt sindur skaldakent, men upprunaliga varð hetta sagt, tá ið jólini vórðu ringd inn jólaaftan.
Roykur reinsar, so er at seta seg í kurvastólin við einari feitari serutt, so hesin roykur rennur saman við reyttkálsroykinum og kleynuroykinum, og so er bert eftir at snáka sær eitt sindur. Hesin "angin" ger teg kláran at taka ímóti jólunum, sum nú pikkar uppá. Hann reinsar sinni og ikki at tala um, situr tú við einari góðari bók ella Sosialinum, so er reinskanin fullkomin, og so er best at fara at snáka sær eitt sindur.... og kanska fært tú barberspritt við góðum anga í jólagávu. Hvør veit? Rætt er tað, eftir bakidagar koma snákidagar.