Nógv verður tosað um fiskivinnu og um, hvussu hon skal stýrast fyri at hon skal geva mest møguligt til samfelagið. Í løtuni er tað uppsjóvarvinnan, sum mest verður tosað um. Og spurningurin er, hvussu verður ágóðin av henni rættvísast fordeildur. Fyri at leggja meg eitt sindur upp í kjakið, so haldi eg fyri tað fyrsta, at tað er púra skeivt at býta skip og loyvi til at fiska í tvær búskaparligar eindir. Ein hevur eitt amboð til at gera arbeiðið við, og gevur tað væl av sær, so er amboðið nógv vert. Gevur tað lítið og einki av sær, so er amboðið tilsvarandi minni vert. At siga, at tú sleppur at nýta amboðið er nakað annað. Er tað ein teigur, sum tú eigur sjálvur, so gert tú helst, sum tú vilt. Er tað á einum øki, har fleiri kunnu vera, so er støðan øðrvísi. So hevur tú ábyrgd yvir fyri øðrum eisini, so tú ikki misrøkir økið, so tað gevur minni. Hevur tú nýtt pening og tíð til at gera arbeiðið soleiðis, at tú fært meira burtur úr, so hevur tú ein frammíhjárætt til at arbeiða á økinum. Er vandi fyri, at tú misrøkir økið, so er neyðugt at gera reglur fyri, hvussu fram skal farast, og táið reglur verða settar, sum avmarka arbeiðsmøguleikan, so byrjar beinan vegin virðið at avskeplast. Er økið avmarkað, og mark fyri, hvussu mong kunnu virka á økinum, so verður tað helst ein fyrimunur fyri nøkur at sleppa at virka har. Er ikki møguleiki fyri at fleiri kunnu vera har, so byrjar rætturin til at virka at fáa annað virði enn tað, sum kann fáast við at arbeiða har. Hvat ger ein so? Jú, hann kann spyrja ein av teimum, sum virkar á økinum, um hann kann yvirtaka amboðini hjá honum. Vil hann tað, so selur hann amboðini til hin, og so kann hann virka undir somu treytum sum tann, ið selur. Eru tað fleiri, sum vilja sleppa framat, so kann tað vera, at hann kann fáa meira fyri amboðini, enn hann hevur keypt tey fyri. Er tað hinvegin soleiðis, at hann fær lítið og einki burtur úr at virka á økinum, so kann vera, at hann vil selja amboðini, og finnur hann ein, sum vil keypa, so fær hann helst lítið fyri amboðini. Tað eru amboðini, sum skifta virði; økið vil hava sama virði. Tí haldi eg, at tað er púra skeivt at býta virðið sundur millum rættin at sleppa at virka og amboðini. Avmarkingar vilja altíð avskepla virðir, hvat tað so er. Um rætturin at koyra taxabil er avmarkaður, so vil virðið á einum taxabili broyta virðið, alt eftir um tað loysir seg væl at koyra taxabil ella ikki. Myndugleikarnir eiga ikki rættin til at koyra taxabil, um tað er avmarkað, men kunnu hava fyri neyðini at regulera rættin. Tað er tað sama við rættinum til at fiska. Myndugleikarnir eiga ikki rættin til at fiska, men hava fingið rættin til at regulera veiðina. Avgjøld At leggja avgjøld á forkant av veiðini er eisini púra skeivt. Sum nevnt, so eiga myndugleikarnir ikki rættin til at fiska, men bert rættin til at regulera. Myndugleikarnir eiga ikki fiskastovnarnar. Gongur tað væl hjá teimum, sum fiska, so kunnu teir, sum fiska og sum eiga amboðini, tjena væl. Teir brúka sín pening í samfelagnum og rinda 25% av tí teir útvega sær, til samfelagið, umframt at teir rinda skatt, og teir, sum eiga amboðini rinda eykaskatt, um teir tjena væl. Henda skatt og meirvirðisgjald hava myndugleikarnir møguleikar fyri at regulera og broyta, um teir fáa samtykki til tess. Vit vita, at eitt skattaprosent uppá 0% ella 100% gevur ongan skatt, og tað er tað sama við meirvirðisgjaldinum, og so er at finna tað lutfallið, sum gevur mest, og tá ræður um at finna pínumarkið fyri, nær borgarnir halda, at tað er rímiligt. Um tað skal verða eitt avgjald uppá veiðina, t.d. sum nú er eitt vektgjald, so er tað púra burtur við at lata tað gjaldið fara inn á fíggjarlógina, tí tað gevur politikkarunum eitt høvuðbríggj, sum hevði verið gott at sloppið frá, tí fongurin og avkastið er so broytiligt, at tað kemur at vera torført at gera eina fíggjarlóg, sum er stabil. Tað frægasta, sum kann gerast við eitt slíkt gjald, er at nýta tað til at niðurgjalda skuld við. Tað bilar minni, um tað svingar frá ári til ár.
Heimaflotin Eg skal ikki skriva so nógv um heimaflotan annað enn tað, at eg haldi reguleringina av útróðraflotanum vera heilt burtur við. Hesin floti er minkaður niður í ein brotpart av, hvat hann var, og hann er als eingin hóttan fyri nakran stovn. Tað eru so fáir bátar – og menn við – sum eru í hesi vinnuni, so ístaðin at hjálpa til við at køva hana heilt, so eigur øll avmarking at verða tikin av. So hevði kanska onkur hildið fram nøkur ár aftrat. Onkur hevur sagt: Hvat nú, um tað fer at verða nógv at fáa, og allir frítíðarfiskimenn leggja til brots! Jú, so fáa teir nógvan fisk, og er tað ikki bara gott? Táið lítið verður at fáa, so tíma teir ikki meir, og so halda teir uppat, so tað regulerar seg sjálvt. Tak alla avmarking av útróðrarflotanum! |