Fyrstu tøkini í næsta FM kappróðrinum í ár skuldi sambært skránni verið klokkan 15, men enn hevur tað ikki verið. Orsøkin er, at onkrir av bátunum, sum hava luttikið í barnaróðrunum, eisini skulu luttaka í fyrsta róðrinum.
Líkindini at rógva kapp eru bara heilt hampulig í Hósvík. Vit rokna við, at teir, sum skipa fyri, fara at senda tíðirnar til post@sosialurin.fo soleiðis, sum teir plaga at gera tað.










