Tað er nú eitt lítið vet bíligari at vera føroyingur enn tað var fyri einum ári síðani. Tað staðfestir Hagstovan, nú seinasta prístalið er gjørt upp.
Uppgerðin vísir, at frá triðja ársfjórðingi í fjør til triðja ársfjórðing í ár, er prístalið farið 0,6 prosent niður.
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er nú 19,7 prosent minni enn fyri einum ári síðan, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 6,3 prosent niður. Eisini klædnaprísirnir eru lækkaðir nakað seinasta árið.
Hinvegin hevur størsti prísvøksturin verið í nýtslubólkunum ”hotel og matveitarar”, har prísirnir eru hækkaðir 2,8 prosent, og í bólkinum ”flutningur”, sum er 2,2 prosent dýrari nú enn fyri einum ári síðani.
Sum heild hava prísirnir á matvørum so at siga staðið í stað seinasta árið, men størstu broytingarnar eru, at fruktin er dýrkað, og drekka er vorðið bíligari.
Men verður hugt eftir hesum báðum seinastu ársfjórðingunum, er tað vorðið eitt lítið vet dýrari Triðja ársfjórðing var brúkaraprístalið 119,3 samanborið við 119,2 annan ársfjórðing og sostatt er tað vorðið 0,1 prosent dýrari hesar mánaðirnar.
Størsti prísvøksturin hevur verið í nýtslubólkinum ”flutningur”, sum er hækkaður 0,5 prosent. Og prísirnir á matvørum eru farnir 0,2 prosent upp frá øðrum ársfjórðingi til triðja ársfjórðing.
|










