Eitt sindur bíligari at liva í Føroyum

Tað er bíligari at hava tak yvir høvdið og at fáa mat á borðið

Dýrasta land í Evropa er vorðið eitt sindur bíligari at liva í.

Hagstovan hevur roknað nýggjasta prístalið út og tað vísir, at hetta seinasta árið er tað vorðið eitt sindur bíligari at verða føroyingur.

 

Útrokningin vísir, at hetta seinasta árið er tað vorðið 1,7 prosent bíligari at liva í Føroyum, tað er frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár.

 

Tað er serliga prísirnir fyri at hava tak yvir høvdið, sum eru lækkaðir hetta síðsta árið.

Rentan á bústaðarlánum er farin 21,5 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 3,8 prosent.

Tilsamans er prísurin á býli lækkaður 7,9 prosent, sigur Hagstovan.

 

Annars eru prísirnir eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klðir eru vorðin tvey prosent bíligari og prísirnir at hava telefon og internet eru lækkaðir 2,3 prosent niður

 

Somuleiðis eru prísirnir á øðrum nýtslubólkun og tænastum lækkaðar 3,7 prosent.


Hinvegin er tað nú 1,7 prosent dýrari at eta á matstovu og gista á gistingarhúsi, men sum heild standa prísirnir á mati og drekka mestsum í stað.

 

Tó er fruktin dýrkað 3,2 prosent upp og grønmeti er dýrkað 1,3 prosent, men kaffi er blivið 6,9 prosent bíligari.


Rúsdrekka og  tubbakk er vorðið 1,2 prosent dýrari hetta síðsta árið og tað er eisini vorðið 1,3 prosent dýrari at keypa innbúgv annan húsbúnað.


Eisini hendan síðsta ársfjórðingin eru prísirnir lækkaðir 0,2 prosent

Mesta príslækking seinasta ársfjórðingin hevur verið í nýtslubólkunum klædnavørur og fótbúnaður, sum er lækkað tvey prosent, og býli, sum er lækkað 1,6 prosent.

 

Mesti prísvøksturin hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.s.fr. sum er hækkað 1,4 prosent.


Prístalið er nú 119,2 samanborið við 119,4 í fjórða ársfjórðing í fjør.