Eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap

Streymurin er rímiliga góður. Tað verður nakað av vindi, sum tó minkar út á næstu viku.

Tað er bert eitt ísfiskalínuskip til fiskiskap um okkara leiðir, nú ólavsøkan stundar til. Hetta skipið fiskar á Rygginum og kemur væntandi inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at restin av línuskipunum liggja við bryggju, men tey vænta, at okkurt línuskip aftrat loysir, sum dagarnir ganga.

 

Streymurin er rímiliga góður. Tað verður nakað av vindi, sum tó minkar út á vikuna. Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki, at talan verður um nógvan útróður í næstu viku.