Eitt serligt fyribrigdi

- Hetta er eitt fyribrigdi, sum ikki so sjáldan sæst niðri á Sand. Slíkt hendir, tá hann legst við høgætt, og streymurin er harður.

Seinastu dagarnar hevur áin, sum rennur oman úr Sandsvatni, fylt rættiliga nógv í lendinum. Orsøkin er, at vatnið ikki er sloppið oman í ósan og út á sjógv, tí sandur hevur lagt seg fyri áarmunnan.

 

Hetta er eitt fyribrigdi, sum ikki so sjáldan sæst niðri á Sand. Slíkt hendir av og á, tá hann legst við høgætt, og streymurin er harður.

 

- Slíkt hendir, tá tað rakar á høgætt og harðan streym samstundis. Tá er tað, at áin, sum rennur oman úr Sandsvatni, ikki sleppur oman á sjógv, tí sandur legst fyri áarmunnan. 

 

Á Sandi siga tey, at einar 5, 6, 7 ella 8 ferðir um árið, er neyðugt at grava frá niðri við áarósan, soleiðis at vatnið úr ánni og Sandsvatni sleppur út á sjógv.

 

- Men, tað nyttar einki at grava, fyrr enn streymkurvan vísir, at streymurin er avtakandi. Verður gravað, meðan streymurin enn er harður, typpist áin aftur beinanvegin, siga tey á Sandi.