Eitt serliga gott landslið

Feløg úr trimum ymiskum londum eru áhugað í leikarum á føroyska U17-landsliðnum.

Fyri góðum tveimum vikum síðani framdi føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum eitt søguligt bragd, tá ið teir spældu seg víðari í EM-undankappingini í Luksemburg.


- Allir gingu amokk. Eg havi ongantíð upplivað slíka frøi áður. Leikarar, venjarar og leiðarar – øll vóru við. Tað var ein løta, sum ein ynskti ongantíð skuldi enda, greiðir høvuðsvenjarin hjá U17-landsliðnum, Áki Johansen, frá.


- Í bussinum á veg heim á hotellið trýr man nóg illa hvat er hent. Adrenalinið er farið úr kroppinum, og man situr nærmast og gapar og spyr seg sjálvan hvat í víðastu verð hendi har, greiðir hann víðari frá.


Í Sosialinum í dag verður ljós varpað á hetta serliga góða landsliðið. Landsliðsvenjarin hevur síni boð upp á hví liðið er so gott, og so kunnu vit eisini avdúka, at áhugi er fyri í minsta lagi fimm leikarum úr trimum ymiskum londum.