Handikappdagur
vilmund@sosialurin.fo
Á fundinum, altjóða handikappdagin, 3. desember, tók Marjun Sigurðsdóttir, formaður í Meginfelag teirra Brekaðu, saman um virksemið hjá limafeløgum MBF?s í ári teirra brekaðu.
Hon vísti á, at tað var landsstýrismaðurin í almannamálum, sum hevði útnevnt árið 2003 at vera ár teirra brekaðu í Føroyum, eins og gjørt er í meginpartinum av Evropu.
- Í høpi Sameindu Tjóða verður arbeitt við at endurskoða sonevndu fyrimyndarreglurnar. Ætlanin er at gera reglurnar bindandi fyri tey lond, ið hava skrivað undir sáttmálan ? í staðin fyri sum nú, at hesi viðurskifti hvíla á tann góða viljan.
Marjun segði, at eitt høvuðsevni í alheimskjakinum hevur verið, um neyðugt er við serligari verndarlóg ímóti mannamuni millum fólk við førleikatarni og onnur, eins og gjørt er, tá ið talan er um kynini.
- Nógv halda, at tað er hugsjónarliga at fara á húsagang, um vit skulu lóggeva fyri eitt nú, at allir borgarar hava rætt til skúlagongd, útbúgving, almennar bygningar, tíðindatænastu ella annað. Men, sum er, sær tað út til at vera neyðugt.
Marjun greiddi frá, at ein stýrisbólkur varð settur í februar at skipa fyri og veita stuðul til tiltøk, sum høvdu samband við ár teirra brekaðu. Bólkurin umboðaði Almannaráðið, Mentamálaráðið, almennar og privatar arbeiðsgevarar, fakfeløg, Ráðið fyri brekað og Meginfelag teirra Brekaðu.
- Stýrið hevði sín fyrsta fund, 18. februar, og til hendan fundin hevði MBF gjørt eitt yvirlit við hugskotum við eitt nú hesum yvirskriftum: Strategi, upplýsandi tiltøk, mentanarlig tiltøk, kanningartiltøk, landsumfatandi herfer við bussi ella báti, handikappolitisk tiltøk, fyriskiparar og gongdsetarar.
Marjun reisti síðan spurningin, hvussu árið hevur hildnast?
- Grundleggjandi kunnu vit siga, at flest øll feløg, sum eru limir í MBF, hava verið sera virkin, og eru komin kring alt landið. Nógv fólk eru eisini komin til flestu tiltøkini, sum hava verið áhugaverd, bæði fyri almenningin, fakfólk, avvarðandi og tey førleikatarnaðu.
Hon segði, at skjótt gjørdist greitt, at limafeløgini í mest møguligan mun eiga at leita út, har nógv fólk eru, og hetta eigur at gerast bæði í álvara og gaman.
- MBF hevur skipað fyri tiltøkum á flestu stevnum í landinum, eitt nú við fyrilestrum, framsýningum, tónleiki, fólkafundarrøðum og øðrum. Á øllum stevnum høvdu vit teknmálstulking, bæði til røður og eitt nú til sangtekstir. Í summum førum høvdu vit eisini ávirkan á, hvørjir sangir vórðu sungnir, og kórini á stevnunum sungu eyðkennissangir hjá teimum ymisku áhugafeløgunum.
Marjun segði, at MBF lærdi nógv av at luttaka á stevnunum.
- Kommunurnar vóru sera fyrikomandi og hava betrað um atkomuna í teirra bygdum.
Hon vísti á, at kommunur hava av sínum eintingum sett mál á dagsskránna, har førleikatarnað hava verið ein náttúrligur partur. MBF hevur havt meira samstarv við kommunurnar uttanfyri Havnina, ikki minst Fuglafjørð og Klaksvík, sum hava verið sera fyrikomandi.
Sum heild, helt Marjun, at tiltøkini, sum hava verið á stevnunum kring landið, hava fingið fólk at hugsa, og hetta hevur so aftur ført við sær, at ábøtur eru framdar.
- Ferðin hjá psykiatribussinum til framhaldsskúlar, miðnámsskúlar og til almenningin var væl komin. Skrúgongan hjá Sinnisbata fekk eisini góða undirtøku, umframt at almenn tiltøk, fyriskipað av teimum ymisku feløgunum, hava verið væl vitjað.
Marjun segði, at evnisvikan í fólkaskúlanum var eisini
væleydnað, har fleiri enn 40 skúlar av umleið 60 luttóku, og somuleiðis eydnaðist tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi væl; har komu fleiri enn 1300 børn.
- Skal eg gera eina varisliga meting um, hvat kemur at seta síni spor í nærmastu framtíð, verður tað í fyrsta lagi atkoman til almennar og privatar bygningar. Tað verður kanska eisini náttúrligt, at øll hava rætt til kunning, upplýsing og útbúgving.
Hon helt, at tað helst kemur at taka eitt sindur longri tíð, áðrenn tey ymisku økini kenna sektorábyrgd, og til arbeiðsmarknaðurin er til reiðar at taka ímóti førleikatarnaðum.
- At fáa føroyskt ljóð á talandi teldu, teknmálstulking til aktuellar sendingar, myndaskíggja á fartelefonir og miðnámsskúla til menningartarnaði verða mál, sum koma at verða varðar í framtíðini.
Marjun Sigurðsdóttir helt tað vera sera týdningarmikið, at størri fatan er millum fakfelagsfólk og áhugafeløgini.
At enda nevndi formaðurin í MBF, hvat tey ymisku limafeløgini hava avrikað í árinum, sum nú er um at verða liðugt.










