Annar av føstu hondbóltsviðmerkjarunum hjá Rás2, Claus Rasmussen væntar eitt hitt mest spennandi umfarið í hondbólti í hesum kappingarárinum. Bæði í fremstu kvinnudeildini, har Kyndil og VÌF/Tjaldur eru á útivølli ímóti ávikavist Stjørnuni og VB. Claus væntar, at Kyndil og VÍF/Tjaldur, sum stríðast um 2. plássið, sum gevur atgongd til FM-finalurnar ímóti Neistanum fáa ein skarpan gang á útivølli.
Í síni meting av Atlantic Airways kappingini væntar Claus tríggjar javnar dystir. Sum gongdin hevur verið hjá Team Klaksvík seinastu tíðina vil Claus ikki útihýsa, at Team Klaksvík fær stig ímóti StÌF í Klaksvík í kvøld.
Claus væntar tvær harðar uppgerðir millum H71 og Kyndil leygardagin, og KÍF og VÌF sunnudagin.
Tað ber til at hoyra prátið við Claus Rasmussen undir greinini.










