Fyrst má eg siga, at neyvan hevur ein løgtingsmaður nakrantíð áður verið so bersøgin um egnu politisku ómegd sum samgongumaður, sum Torbjørn er, men samstundis er samrøðan eisini ein ótrúliga hørð atfinning mótvegis landsstýrinum fyri eina diktatoriska framferð mótvegis egnu samgongumonnum.
Harnæst hevur Torbjørn við síni samrøðu givið okkara politisku skipan nøkur hættislig høgg, og vandi er fyri, at borgarar fara at missa álitið á løgtingið. Og tað er í sær sjálvum vandamikið, tí hvat er alternativið? So í so máta, vóru orðini kanska betur ósøgd og áttu heldur at verið tikin upp í einari viðgerð í samgonguni, sum eisini Torbjørn er partur av.
Tað hevði eisini verið gagnligt at havt eitt orðaskifti millum flokkarnar á tingi, um hvørjar siðvenjur skulu brúkast í samband við nýggju stýrisskipanarlógina.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur síðan gjørt nakrar viðmerkingar til Torbjørn, har hann m.a. sigur, at tingið er ov veikt mótvegis landsstýrinum, og at tingið ikki brúkar teir møguleikar, sum liggja í stýrisskipanarlógini. Síðan nevnir hann eisini , at nú flokkarnir fáa floksskrivara, so verður alt betur. Floksskrivarin fer ikki at loysa slíkar trupulleikar, tí trupulleikin er reint politiskur.
Orsakað eg sigi tað, men eg haldi, at Høgni er farin púra skeivur av Torbirni. Um so er, at løgtingið er veikt, so er tað samgongan í tinginum, sum er veik. Og er hon veik, so er tað ein trupulleiki hjá samgonguni, sum einki hevur við tingarbeiðið annars at gera. Tá Torbjørn sigur, at hann ikki finnur seg í bert at vera atkvøðuneyt, so liggur tað í hesum, at hann kennir seg at vera uttan fyri ta politisku prosessina. Hann er sum løgtingsmaður ikki inndrigin í eina politiska viðgerð av einum máli, sum er undir fyrireiking. Hann hevur snøgt sagt ikki havt møguelikan at siga sína hugsan, fyrr enn atkvøðuknappurin skal aktiverast. So alt í alt ein kritikkur av arbeiðslagnum i samgonguni. Sjálvandi skal man ikki vænta, at ein løgtingsmaður í samgongu verður ídnastur at leggja misálit fram, so hetta er ein møguleiki, sum er rættiliga fjarur fyri flestu samgongutingmenn.
Eisini hevur løgmaður lagt eina ótrúliga toleranta linju fyri, hvat hann heldur, at ein landsstýrismaður kann loyva sær.
Síðan hevur Høgni eisini nakrar hugleiðingar um, at fólk ikki hava álit á politisku skipanina, og at bert ein loysn er til tann trupulleikan, og tað er sjálvsagt fullveldi. ?Tá vit fáa fullveldið, so verður alt annað gott?. Eg meini tað__
Løgmaður hevur eisini havt sínar viðmerkingar, har hann m.a. geiðir frá, at øll uppskot verða send samgonguflokkunum í góðari tíð fyri framløgu til ummælis. Tað er í sær sjálvum skilagott, men um flokkarnir ikki viðgera málini, so er tað púrast burturspilt orka. Men fyri tann skyld er tað ikki nakað í vegin við Føroya Løgtingi og heldur ikki við andstøðuni.
Taka vit dagsaktuelle málið viðvíkjandi pensjónunum, so er tað eingin umbering fyri tingmenn, at uppskotið, sum kom frá Helenu Dam á Neystabø ikki var nóg gott. Tingmenn ábyrgdast ikki nøkrum landsstýrismanni ei heldur løgmanni, men standa bert til ábyrgd fyri sínum veljarum og egnari samvitsku. So undanførslurnar hjá tjóðveldismonnunum, um at teir kendu seg noyddar at atkvøða, hon dugur snøgt sagt ikki. Tí tað er ikki ein skipan, sum er veik, men tað eru nakrir løgtingsmenn, sum ikki liva upp til sína uppgávu sum parlamentarikkarar.
So nú samgongan er farin alment út við teimum skitnu klæðunum, so er bert at vóna, at teir finna staðið, har trupulleikin veruliga liggur. Og tað er so avgjørt eingin grund til, og harafturat beinleiðis skaðiligt, at halda, at Føroya Løgting ikki er nóg sterkt.
Føroya Løgting er sambært stýrisskipanina sterkt, men tó verða tað teir einstøku tingmenninir, sum gera av, hvussu nógv styrki liggur í løgtinginum, og hvussu nógv styrki liggur hjá landsstýrinum. Og allir tingmenn úr andstøðu vilja sjálvandi hava eitt so sterkt løgting, sum gjørligt, meðan teir sum lata seg diktera av landsstýrinum, teir sita allir í samgongu.
Míni ráð skulu tí verða, at tit ikki gera hetta til eitt mál, sum tað als ikki er, men heldur royna at loysa innanhýsistrupulleikarnir, sum tit sita við. Tit eiga orsøkina til trupulleikan, og tit eiga loysnirnar til trupulleikan. Og trupulleikan sita tit við í fanginunum.
Jóannes Eidesgaard
løgtingsmaður