Eitt sera buldrasligt ár í politikki

- Vit í Føroyum hava havt vidrák og framburð, og árid sum heild hevur hildnast væl, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

 

Hvussu hevur árið 2014 verið?

 

- Politiskt hevur árid 2014 verid sera buldrasligt, har málið um Eysturoyartunnilin og settar kanningarstjórar hevur fylt sera nógv. Tó má samanumtikið sigast, at vit í Føroyum hava havt viðrák og framburð, og at árið sum heild hevur hildnast væl.

 

Hvat var so størsta persónliga upplivingin hjá Kára í 2014?

 

- Størsta upplivingin var, tá eg saman við vinnunevnd løgtingsins vitjadi í Peking, høvuðsstaðnum í Kina.

 

Kári P. Højgaard sigur, at í februar fekk hann abbabarn nummar 12, í mars kundu konan og hann hátíðarhalda 40 ára brúdleypsdag, og í august giftist yngsti sonur teirra.

 

Men, hvat vil Kári so gloyma í árinum sum fer.

 

- Tað, eg meti, at onnur hava gjørt skeivt móti mær.

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

 - At tad skal ganga mær og mínum væl. At Harrin framhaldandi skal vælsigna land og fólk okkara. At Sjálvstýrisflokkurin má fáa eitt sera gott valúrslit á komandi løgtingsvali.

 

At enda ynskir Kári P. Højgaard øllum ein góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjar.