Eitt satt upplivilsi við kreativum og litríkum rættum

Hvussu er úrvalið av vegetar-rættum á matstøðum í Keypmannahavn, og hvussu riggar? Tað hava vit roynt at funnið útav í vár, og tí hava vit vitjað nøkur matstøð. Vit eru ikki royndir mat-ummælarar ella serfrøðingar, men skriva bert út frá okkara uppliving á ymsu matstøðunum. Vit royna her VéVé á Eysturbrúgv.

Vit blíva móttikin av einum fyrikomandi ungum tænara, sum bjóðar vælkomin. Hann bjóðar okkum sess í einari sofu í “lounge”, her vit skulu leggja botnin við nøkrum snacks og einum drinki. Wauw… Vit eru bæði samd um, at hetta er ikki ein og hvør matstova. Her verður veruliga kredsað um tingini - og um gestirnar - í einum stórum sali, her høgt er upp til loftið. Virkar til at vera eitt gamalt pakkhús ella líknandi. Riggar væl, góður stemningur. 

 

Her eru nógvir ymsir rættir, og vit fara ikki at nevna allar her... Men summir eru stuttligari enn aðrir – millum annað ein candyflossur við rødbetu-dryssi omaná. So fínan candyfloss hava vit ikki roynt áður. Hetta er bæði undrunarvert, lekkurt og komiskt.

 

Aftaná eina løtu verða vit víst yvir til matarborðið í salinum. Her fáa vit sum tað fyrsta serverað breyð við oljum, sum vit sjálvi velja - vit velja ta sponsku. Tað eina breyðið smakkar mest sum eitt rundstykki. Ikki serliga áhugavert. Men hini bæði eru veruliga góð - serliga tað myrka. 

 

Í staðin fyri vín, vilja vit royna teirra juice-menu - og hetta valið hava vit ikki angrað. At juice kundi vera so fjølbroytt og rigga afturvið specifikkum rættum, tað vistu vit ikki. Eitt satt upplivilsi at royna hesar kombinatiónirnar alt kvøldið ígjøgnum.

 

Her eru so nógvir lítlir rættir, at vit fara ikki at nevna og lýsa allar her. Sí heldur myndirnar.

 

Komin har frá vóru ikki propp-mett. Vóru passaliga mett. Tað er kanska heldur ikki meiningin, at man skal eta seg um rygg.  

 

So hvussu skulu vit taka samanum? VeVe er upp á allar mátar eitt satt upplivilsi. Imponerandi hvussu nógv tey megna at fáa burturúr grønmetinum, bæði við smakki og kreativari borðreiðing! Nógvir smakkir, vit ongantíð hava smakkað fyrr. Stuttligt at royna.

 

Hetta er tó nokk ikki eitt stað, man fer bara soleiðis uttan víðari. Men um okkurt serligt høvi er, har man vil rinda ein fittan posa av pengum fyri góðan mat og eitt upplivilsi á nakrar tímar, so er VeVe eitt ordiliga gott boð.

 

Tað er ringt at finna nakra atfinning móti hesari vitjan. Tí alt var bara so gott. Sjálvandi, summir rættir vóru betri enn aðrir. Teir “keðiligastu” rættirnir her vóru helst okkurt av hasum grøna, og so hatta rundstykkissmakkandi breyðið. 

 

Lat myndirnar tosa fyri seg:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##