Eitt øðrvísi val hesaferð men ikki demokraiskt

Í dag er tjóðartingsval í Zimbabwe, men longu undan valinum er greitt, at valið verður hvørki frítt ella demokratiskt

Valstríðið upp undir zimbabwiska tjóðartingsvalið í dag hevur verið øðrvísi enn onnur valár. Tað hevur verið munandi friðarligari, og andstøðan hevur ikki kært seg um so nógvan harðskap hesaferð sum undan øðrum valum.

Men tað merkir kortini ikki, at Zimbabwe er vorðið demokratiskt, ella at valið í dag er demokratiskt, skrivar Reuter. Rætt er tað, at stýrið hjá Robert Mugabe, forseta hevur framt ymsar broytingar í vallógini, men tað hevur ikki givið andstøðuni betri møguleikar at reka valstríð enn fyrr. Eitt nú fær andstøðan framvegis ikki rúmd í fjølmiðlunum, og andstøðupolitikarar og teirra stuðlar eru í støðugum vanda fyri ágangi.

Mánadagin kunngjørdi mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch eina frágreiðing, sum millum annað sigur, at altjóða samfelagið kann ikki viðurkenna valið í Zimbabwe í dag, og tað sama segði Amnesty International í síðstu viku.

Búskapurin í Zimbabwe liggur í skeljasori, og meginparturin av fólkinum líðir neyð. Herfyri viðgekk Robert Mugabe, at fólkið hevur tørv á meiri mati, men hann hevur sýtt fyri at taka ímóti útlendskari hjálp. Stjórnin hevur skipað so fyri, at fólk fáa mat frá tí almenna, og Amnesty International og ST siga seg hava prógv fyri, at stjórnin hevur nýtt mattrotið sum lið í sínum valstríði.

Sambært altjóða hagtølum er meðal livialdurin í Zimbabwe 37,8 ár.