Tass sigur í kvøld, at flogfarið, sum var av slagnum, Su-24, datt niður undir einari venjing í Russlandi.
Sagt verður, at hendingin fór fram í Volgograd-regiónini har suðuri í landinum.
Tíðindastovan Tass vísir til upplýsingar frá russiska verjumálaráðnum.
Stríðsflogfarið datt niður í einum øki, sum er oyðið, og í flogfarinum var hvørki lóður ella rakettir.
Tass hevur ikki meira at siga um hendingina, og heldur einki verður sagt um, hvussu flogskipararnir komu burturúr vanlukkuni.
Nyhetsbyrået viser til opplysninger fra det russiske forsvarsdepartement, som sier flyet krasjet i et øde område og fløy uten ammunisjon.
Tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur almennu russisku tíðindastovuna, Tass.