Málið var fyri Føroya Rætti fyri viku síðani, har maðurin varð skuldsettur fyri at hava keypt amfetamin bæði í Havn og Keypmannahavn.
Ákærin helt upp á, at maðurin hevði keypt 130 gramm av amfetamin í Havn, og at tað var við víðari sølu fyri eyga. Amfetaminið hevði hann keypt fyri tilsamans 14.000 krónur.
Sosialurin var í rættinum í farnu viku, tá málið var fyri og maðurin játtaði seg sekan. Tá legði hann tó dent á, at amfetaminið var bara til egna nýtslu, og at hann ikki hevði ætlanir um at selja rúsevnini víðari. Somuleiðis segði hann, at talan ikki var um 130 gramm, sum hann hevði keypt, men 115 gramm.
Dimmalætting skrivaði í gjár, at dómarin ikki trúði manninum, sum nú er dømdur fyri at hava keypt 130 gramm av amfetamin. Dimma skrivaði somuleiðis, at dómurin eisini segði, at hald skuldi leggjast á pening, amfetamin, hassj, amfetaminleivdir, útgerð og annað, sum funnið varð undir húsarannsóknini, ið varð gjørd seinasta ár heima hjá manninum og umborð á skipinum, hann sigldi við.
Dómurin eitt fordømi
Enn er ikki greitt um maðurin tekur við dóminum ella ikki, tí hvørki hann ella sakførari hansara møttu í rættinum í gjár.
Sambært Útvarpinum kundi maðurin havt vunnið sær omanfyri 80.000 krónur, um hann seldi amfetaminið víðari. Hetta tí at søluprísurin á gøtuni er 700 krónur fyri grammið.
Somuleiðis segði Útvarpið, at ákæruvaldið hevði bíðað við spenningi eftir dóminum, tí hann kann gerast eitt fordømi. Higartil hava teir flestu dómarnir í slíkum málum verið um ólógligan innflutning, men hesin dómurin kann gerast eitt fordømi við, at hann kann leggja støði fyri øðrum dómum, har amfetamin er keypt á gøtunii Føroyum.
- Í fyrstu atløgu eri eg nøgd við dómin, tí hann liggur innan fyri tann karm, sum vit vónaðu, segði Linda Hesselberg, ákæri, við Útvarpið í gjár.









