Eitt ross og annað út at ferðast

Gríma leikar nú aftur barnaleikin ?Eitt ross og annað?. Umframt at leika fyri børnum í Havn, verða eisini almennar sýningar í Havn og ætlandi verður eisini farið á bygd við leikinum

Gríma er aftur farin undir at leika barnaleikin ?Eitt ross og annað?, sum Änneli Mäkelä hevur skrivað. Birita Mohr týddi.

Hetta er leikur um eitt áarross og eitt ross. Eina er klænt, hitt tjúkt.

Bæði tykjast væl nøgd við seg sjálvan, til tey hittast. Áarrossið heldur, at øll ross, sum eru í ánni, eiga at vera feit.Tey eru dovin og rund og flóta á feittinum.

Rossið metir, at øll ross eru fim og sterk og kløn.

Men so hittast tey. Rossið er ikki við uppá at svimja.

Tað endar við, at áarrossið vil gerast klænt og rossið byrjar at eta.

Tó eydnast hetta ikki so væl, tá tey hava býtt leiklut og tey semjast um, at tey eiga ikki at vera øðrvísi, enn tey eru í veruleikanum.


Børnini við

Sera skemtiligt er at vera við til framførslurnar, tí børnini luttaka virkin og áhugað við rópum og tilmælum. Tey liva við og tað sleppa tey eisini.

Birita Mohr og Katarina Nolsøe, ið leika, duga óføra væl at fáa børnini við.


Ross út á bygd

Í løtuni spælir Gríma leikin á Meiarínum fyri børnum í dagrøkt og skúlum í Havn.

Leygardagin og sunnudagin klokkan 16 eru almennar sýningar, har øll eru vælkomin. Gríma vónar tá eisini at síggja børn, sum ikki eru í skipaðari dagrøkt.

Í mars verður farið á bygd við leikinum. Tá verður spælt fyri børnum í dagrøkt og fyri skúlabørnum til og við 5. flokk. Tó vónar Gríma, at eisini børn, sum ikki eru í skipaðari dagrøkt koma at hyggja. Foreldrini kunnu seta seg í samband við skúlarnar ella ringja til Grímu.

Ria Tórgarð leikstjórnaði, Barbara í gongini gjørdi búnarnar og Hans Pauli Tórgarð tónleikin saman við teimum leikandi.