Fyrr í ár vóru tveir føroyingar í Hanstholm bukaðir og skornir í andlitið. Fríggjadagin var 33 ára gamli gerningsmaðurin dømdur eitt ár handan rimar fyri óvanliga grova harðskapin.
Tað var tann 16. mai í ár, at tveir føroyingar í Hanstholm vóru úti fyri óvanliga ógvusligum harðskapi, tá ein 33 ára gamal maður bukaði teir av og skar teir í andlitið við eini fløsku. So ógvusligt var tað, at annar teirra var ógvuliga nær við at missa sjónina í vinstra eyga, umframt at teir báðir fingu fleiri brot í andlitið og eisini brutu nøkur rivjaben. Ein triðji maður - ein 61 ára gamal dani - varð eisini álopin og sligin í høvdið við eini fløsku.
Fríggjadagin í farnu viku fall dómur í málinum. Álopsmaðurin fekk eitt ár handan rimar. Sjálvur segði hann seg ikki minnast nógv frá hendingini í einum raðhúsum á Bygmarken í Hanstholm, tí hann hevði drukkið nógv øl og brennivín. Heldur ikki hinir tríggir álopnu menninir minstust tað stóra frá hendingini, sum Thisted Dagblad lýsir sum eitt ?drikkelag en majeftermiddag?.
Men fleiri vitni í grannalagnum til raðhúsini, har annar av føroyingunum búði, vistu at siga frá nógvum gangi úr húsunum, sum 33 ára gamli maðurin seinni kom gangandi úr innsmurdur í blóð.
Talan er um treytaleysa fongsulsrevsing, og hetta verður grundað á, at maðurin áður er dømdur fyri harðskap.
33 ára gamli maðurin valdi at taka við dóminum, men vildi ikki góðtaka at varðhaldsfongslingin varð longd til hann skal inn at sita, og tí kærdi hann henda partin av dóminum.
Føroyingarnir eru báðir í fimmtiárunum.