Fiskivinna
Mánadagin landaði Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík sjey skip.
Ísfiskatrolarin Borgarin, sum partrolar saman við Navaranum, hevði 270 kør – ella eini 160.000 pund.
Navarin landaði hendan túrin í Suðuroy. Skipini eru fyrrverandi Polarhav og Stjørnan, sum vórðu seld úr Leirvík í Vágar, haðani tey eru seld aftur til Klaksvíkar.
Ísfiskatrolararnir, Safir og Smaragd, landaðu eisini í Klaksvík mánadagin. Teir høvdu ávikavist 190 og 245 kør, sum eru eini 250.000 pund tilsamans.
Aftrat trolarunum, landaðu fýra línuskip í Klaksvík mánadagin.
Jákup B hevði eini 75.000-80.000 pund, Klakkur 50.000, Ågot 70.000 og Fiskimúli, sum er ein minni línubátur, hevði 26.000 pund.
Langt tørn
Taka vit seinasta fríggjadag við, landaði Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík eisini línubátarnar, Fugltúgvuna og Grana, sum høvdu ávikavist 90.000 og 80.000 pund í hvør.
Tað er tungt arbeiði at landa skip, og tørnini kunnu vera long. Aðrar dagar er eingin bátur, og tá hevur tú frí. Landingin er í tørnum. Í Klaksvík eru nógvir línubátar og nógvur útróður, tá ið viðrar. Ein stórur partur av flotanum er soleiðis neyvt knýttur at streymi og veðri og harvið kemur eisini landingin í tørnum.
Støðugir prísir
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at fiskaprísirnir hava verið rættiliga støðugir í langa tíð, tó at teir kanska eru heldur lakari, enn tá ið teir vóru bestir.
- Toskaprísurin er støðugur og góður og liggur væl omanfyri 20 krónur fyri kilo. Sama kann sigast um miðalprísin á hýsu, sum liggur um einar 12-13 krónur fyri kilo, sigur landingarformaðurin.