Eitt ár síðani havið fór upp á land

Fríggjadagin tann 11. mars í 2011 klokkan 14.46 lokala tíð skakaði ein sera harður jarðskjálvti ein part av Japan. Skjáltin, sum var 8,9 á Richterstiganum og tann harðasti, sum nakrantíð hevur verið í landinum.

Jarðskjálvtin elvdi til eina tíggju metrar høga flóðaldu, sum tríggjar tímar seinni skolaði inn yvir strondina har norðuri í landinum við einari altoyðandi megi.

Klokkan 20.13 setti stjórnin undanatsksstøðu í gildi, tí køliskipanin á kjarnorkuverkinum Fukushima-Daiichi var farin. Teir næstu tímarnar vóru fleiri harðir eftirskjálvtar, og 210.000 fólk vórðu flutt burtur frá verkinum. Tann 14. mars vóru harðar spreingingar á Fukushima-verkinum, og eldur kom í ein av reaktorunum.

Tær næstu vikurnar aftan á vanlukkudagin høvdu meiri enn hálvonnur millión japanar einki vatn, og 340.000 fólk máttu búleikast í neyðhjálparlegum.

Ikki fyrr enn í januar í 2012 vóru myndugleikarnir lidnir at gera upp, hvussu nógv mannalív vanlukkan hevði kravt. Tað endaliga talið var 19.294, men 3.450 teirra eru ikki funnin aftur. Samstundis er uppgjørt, at tað hevur kostað 1000 milliardir krónur at rudda eftir jarðskjálvtan og flóðalduna.

Enn búgva 320.000 fólk í húsum og búðum hjá stjórnini, og tey 80.000, sum búðu næst Fukushima-verkinum, sleppa kanska ongantíð heimaftur.