Eitt ár síðani fyrsta skotið

Í dag er eitt ár síðani fyrsta skotið varð latið av í Eysturoyartunlinum.

 

Seinastu viku vóru sprongdir í alt 98 metrar, umframt onnur arbeiðir sum eru gjørd. Íalt eru nú sprongdir 3.868 metrar av tunlinum.

 

Seinastu viku vórðu sprongdir 55 metrar á Hvítanesi og 1.862 metrar. Eisini byrjaðu teir, at gera teir næstu umleið 500 metrarnar av vegabreytini inni í tunlinum. Tá teir eru gjørdir, síðst komandi viku, eru umleið 1.200 metrar av vegabreyt gjørdir.

 

Frá rundkoyringini í móti Hvítanesi vóru sprongdir 43 metrar. Har eru í alt sprongdir 196 metrar. Móti Rókini byrjaðu teir at spreingja tann fyrsta pumpubrunnin Eysturoyarmegin. Orsaka av hesum, er einki av sjálvum tunlinum sprongt. Móti Rókini eru tí framvegis sprongdir 185 metrar.

 

Løgtingið samtykti í 2014 at fara undir arbeiðið at gera undirsjóvartunlar millum Streymonna og Eysturoynna og millum Streymoynna og Sandoynna.

 

Frá 2014 til 2024 verða tilsamans 400 mió. kr. játtaðar á løgtingsins fíggjarlóg til tunlarnar, samstundis sum felagið hevur fingið heimild til at taka lán til verkætlanina.

 

Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum og nú Eysturoyar- og Sandoyartunlunum verða eini 90 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað er eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild – vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga.

 

In.fo sendi beinleiðis frá hátíðarhaldinum á degnum. Filmsbrotið sæst omanfyri.