Ein ungur maður varð í dag dømdur 1 ár og tríggjar mánaða fongulsrevsing fyri neyðtøkuroynd, eina røð av herverki og rúsdrekkakoyring.
Maðurin varð ákærdur fyri at hava roynt at framt neyðtøku í ár, umframt at hava fleiri ferðir framt umfatandi herverk og fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka í 2017.
Maðurin játtaði seg sekan í neyðtøkuroyndini og rúsdrekkakoyringini. Herverkinum kundi hann tó ikki játta seg sekan í, tí hann mintist ikki tilburðirnar, tí hann hevði verið ov fullur.
Maðurin varð eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin, umframt 102.000 krónur í endurgjaldi. Maðurin varð eisini dømdur at missa førararættin í trý ár.
Meira er at lesa um málið í Sosialinum í dag, sum kann lesast á netinum her.