Skiparin á Norðborg, Jón Rasmussen, sigur seg ivast í, um eitt ár ikki er ov lítið til tess at prógva okkara sjálvsøgdu rættindi til eitt betri makrelbýti. Jón Rasmussen heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, eigur at hugsa seg væl um, áðrenn hann skrivar undir nýggja strandalandaavtalu um makrelin.
- Saman við nótavinnuni annars eru vit sjálvsagt fyri, at Føroyar framhaldandi eru partur av hesi avtalu. Men nú vit hava prógvað, at nógvur makrelur er og kann veiðast í føroyskum sjógvi, eigur hetta sjálvsagt at telja við í okkara býtisparti, tá nýggj avtala skal gerast millum londini um makrelin.
Jón Rasmussen ásannar, at økta makrelkvotan er komin sera væl við hjá nótaflotanum og føroyskari fiskivinnu í síni heild í ár.
- Nótaflotin hevur gjørt eitt gott ár higartil, og fæst eingin nýggj avtala, sum gevur Føroyum ein frægari prosentpart av heildarkvotuni, haldi eg, at landsstýrismaðurin eigur at hugsa seg væl um, áðrenn hann gongur undir eina nýggja avtalu um makrelin fyri 2011.
Skiparin á Norðborg sigur seg eisini ivast í, um eitt ár ikki er ov lítið til tess at prógva okkara sjálvsøgdu rættindi til eitt betri býti.
- Men um vit nú møta størri forstáilsi í eitt nú Noregi og ES í samráðingunum hesaferð, enn vit higartil hava gjørt, og okkara býtispartur kvinkar uppeftir við nøkrum prosentum, er støðan ein onnur, sigur Jón Rasmussen, skipari á Norðborg.











