Eitt ár í Føroyum í myndum

- Hvat hevði hent, um vit savnaðu eina ørgrynnu av myndum – tiknar í Føroyum í eitt ár – og lótu tær siga, hvør sína søgu og eina stóra samlaða søgu?


Tann spurningurin vil Norðurlandahúsið nú svara, og bjóðar tí øllum yrkisfotografum, áhugafotografar, ja øllum føroyingum, til at taka myndir gjøgnum eitt ár og luttaka í framsýningini ”Eitt ár í Føroyum.


- Vit bjóða øllum at verða við, sum hava hug at siga sína egnu søgu ella okkara felags samtíðarsøgu við myndum. Hvat hendir í Føroyum í eitt ár? Hvat gera vit? Hvat frøast vit um, hvørjum stúra vit fyri? Natúra og mentan, børn og djór, gerandisdagur og høgtíðsdagur, politikkur og átrúnaður, býlív, bygdalív og sjómanslív, veður og vindur, familjulív og arbeiðslív. Og alt tað, sum vit ikki kunnu seta orð á. Hvør einasta mynd er vælkomin, skrivar Norðurlandahúsið.


Verkætlanin byrjar á flaggdegnum, og ætlanin er so, at fáa føroyingar at taka myndir fram til næsta flaggdag.


Síðani skal ein metingarnevnd velja millum allar innkomnu myndirnar, hvørjar skulu við á framsýningina, ið eftir ætlan verður størsta fotoframsýning í Føroya søgu. Aftaná verða myndirnar útgivnar í bók, sum ein myndabók um føroyska samtíðarsøgu.


Myndirnar skulu verða Norðurlandahúsinum í hendi í seinasta lagi 26. apríl 2017 kl. 12.00, og hvør mynd skal verða í minsta lagi 4 MB. Heitið á myndini skal vera navnið á fotografinum, umframt stað og dagfesting, tá myndin er tikin.


Hvør fotografur kann í mesta lagi senda 10 myndir inn – og tær skulu sendast til foto@nlh.fo.