Har fóru teir í farna valskeiði brótandi út ímillum hús við einum breiðum og himmalhøgum vegi, sum hevur broytt heimsmyndina hjá teimum, sum eru í nánd.
Vegurin er komin inn á stykkini hjá fólki bæði oman fyri og niðanfyri vegin og liggur nú so høgt í støðum, at fólk, sum megnpartin av síni tíð hava havt adressu á Marknagilsvegnum, ikki sleppa til henda veg longur, hóast hann liggur inni á teimum.
Tí eru nýggir til- ella frákoyringarvegir gjørdir í aðrar ættir. Tað er harmiligt, at hendan vegagerðin bleiv so óstortlig fyri mong, sum har búgva. Vónandi verður kortini búgvandi har í framtíðini eisini.
Framhald út á Argir
Í mong ár var tað vandamikið at koyra eftir Marknagilsvegnum, serliga á vetrardegi, og tú valdi bara hendan vegin av neyð. Tað legði størri trýst á ferðsluna longur niðri í býnum.
Vegurin varð latin upp aftur í árinum, og tað skerst ikki burtur, at tann endurnýggjaða farleiðin, sum knýtir vesturbýin saman við eystara part av býnum, hevur stóran týdning fyri ferðsluna í Havn.
Ætlanin er, at hesin ringvegur skal halda fram út á Argir. Vegføringin verður beint norðanfyri kirkjugarðin og yvir um Sandá. Teir stóru pengarnir eru ikki settir av til framhaldið í hesum endanum enn, men fyrireikingar verða gjørdar. Linjan er løgd og avgjørt er, hvar tann nýggja brúgvin skal verða.
Ferðsluæðrarnar millum Argir og Havnina mugu víðkast. Arbeiðið við Landssjúkrahúsið og nýggjar ætlanir á Argjasvinginum fara at bøta um, men tann hjálpin nøktar valla allan tørvin.
Ytri ringvegur
Í hinum endanum á býnum kemur ein líka langur hali av bilum til Havnar hvønn morgun. Hann kemur allur inn í býin eftir einum veg, og tað skapar trupulleikar í ferðsluni bæði á landsvegnum og inni í býnum.
Neyðugt er tí at fara undir tann ytra ringvegin úr Hvítanesvegnum. Hetta verður gjørt saman við landinum, og báðir partar hava játtað tær fyrstu upphæddirnar til ringvegin, sum skal røkka yvir í Vesturbýin og bindast í Marknagilsvegin.
Asfaltplanurin
Eitt árliga afturvendandi mál er asfaltplanurin. Á okkara fyrsta fundi legði umsitingin fram sína ætlan um, hvat asfalterast kundi í árinum fyri teir pengarnar, sum vóru settir av. Vit koyrdu so runt til allar hesar vegateinarnar at hyggja.
Fingu at vita, at ivaspurningar javnan taka seg upp, um kommunan nú eigur at halda hendan ella handan vegin. Tað kemur av, at enn eru nógvir vegir í kommununi, sum hon ikki hevur yvirtikið. Hetta eru typiskt vegir frá útstykkingum, sum ongantíð eru gjørdir heilt lidnir eftir forskriftunum.
Tað er ringt at hava við at gera at asfaltera summar vegir og samstundis lata aðrar í somu grannaløgum liggja í órøkt, so politikkurin er at fáa allar hesar vegirnar undir kommununa, og ? um tað ber til ? at fáa tey, sum áttu at gera teir, at lata teir í tí standi, sum ætlanin altíð hevur verið.
Skilti á lagnum, at á Argjum eru nógvir slíkir ivaspurningar eins og í Havnini.
Parkeringshús og parkeringshelli
Samstundis, sum bæði virksemi og fólkatal vaksa, verður eftirspurningurin eftir parkering alsamt størri. Eg kann ikki siga, at vit higartil hava gjørt nakað hol í sjógvin á hesum øki.
Herfyri varð samtykt, at seta parkeringstíðina á Kongabrúnni niður í ein tíma. Ein ferðslunevnd, sum býráðið og politiið eru felags um, mælti til at seta hana til tveir tímar. So hava vit tað at stríðast um eina tíð, men hetta loysir ongantíð parkeringstrýstið í býnum.
Her má takast til heilt onnur tiltøk, møguliga við parkeringshúsum, sum verða bygd upp eftir í nøkrum hæddum, og við parkeringsplássum, sum verða løgd inn í lendið.
Hugsa tær bara, tá nýggja "Norrøna" um eitt ár fer at koma fleiri ferðir um vikuna við 800 bilum, sum býurin skal slúka eftir einari løtu aftrat øllum øðrum, ið longu er í ferð við at sprongja karmarnar.
Sum er hevur býurin ikki orku til alt hetta, men kommunan hevur skyldu at loysa spurningarnar einsamøll ella saman við øðrum áhugaðum. Lata vit bara standa til, so verður ein verri glymur dansur.